Per Arnoldi hevur eyga á Føroyum. Og Føroyar hava eygu fyri einum persónleika í listaheiminum. Einum listamanni, sum er kátur, greiður og vísir innlit sum fáur. Ein myndamakari og orðalistamaður í senn.
Øll list er samskifti, men summi listaverk eru tað meira enn onnur. Tað er tann listin, sum nærkast sniðgeving og tískil hevur ein ávísan boðskap ella hevur ávísa ávirkan til endamáls.
Í hesum ríki millum fría list og list við einum endamáli hevur danski listamaðurin og sniðgevin Per Arnoldi arbeiðsøki sítt. Og her rørir hann seg við kønum fínleika, dugnaskapi og eldhugi.
At list er samskifti fyri Arnoldi, vísir seg eisini í virki hansara sum listamiðlari og íðin luttakari í orðaskift inum um list: vitandi, skemtandi, hittinorðaður.
Arnoldi er best kendur sum plakalistamaður: Alkøna og hugvekjandi syntesa hansara av mynd og orðum í máttmiklum og ógloymandi plakatum er í heimsklassa. Somuleiðis eru arkitektonisku litsetingar hansara á altjóða stigi.
Friðarligari er um málaran og myndahøggaran Arnoldi, men myndlistin er týdningarmikil sum royndarstova hjá øllum hinum, og eisini í henni valdar herðing, vakurleiki og avlopsmegi.
Tað er í hesum, at tætta samband Arnoldis við altjóða minimalismuna er greiðast, men andin hoyrir til amerikansku popp-listina. Arnoldi sameinir “less is more” við “yes is more” í eini hægri eind.
Framsýningin í Listasavni Føroya frá 23.9. til 6.11. 2011 vísir eitt úrval av bestu plakatunum eftir Per Arnoldi frá 1970-árunum og fram til í dag saman við málningum, skuðrmyndum og leirlist frá seinnu árunum.
Til framsýningina kemur ein myndprýdd bók út við greinum eftir Nils Ohrt, savnsleiðara,og Mikael Wivel, dr.phil..
Vinaliga
LISTASAVN FØROYA