Tíðindaskriv frá Felagnum Peningastovnar: Eftirlønarinngjøld frá arbeiðsgevarum.
Frá og við í dag, 23. januar 2012 er møguligt hjá arbeiðsgevarum at rinda eftirlønarinngjøld umvegis lønarútgjaldsskipanina, soleiðis at hesi verða skattað í samsvari við rentutryggingarlógina.
Eftirlønir frá arbeiðsgevarum kunnu hereftir bert rindast umvegis Lønarportalin, ella við at upplýsa eftirlønargjaldið á einum lønarlista, ið verður latin einum peningastovni.
Tá ið ein eftirløn verður bókað, skal fylgjandi upplýsast:
• A-inntøka: Skal vera 0,00 ella verður eftirlønargjaldið avvíst
• Forvunnin upphædd: Eftirlønargjaldið – brutto
• Konta: Eftirlønarkonta í peningastovni ella samlikonta hjá eftirlønarveitara
Eftirlønarinngjøld á kontur í peningastovni
Fyri uppspararar, sum annaðhvørt sjálvir hava goldið inn, ella har arbeiðsgevari hevur goldið inn á eftirlønarkontu í peningastovni í 2010 og/ella 2011, er nýggj eftirlønarkonta stovnað.
Framyvir skulu eftirlønarinngjøld ávísast til nýggju eftirlønarkontuna hjá lønmóttakaranum.
Fyri at lætta um umleggingina hjá arbeiðsgevaranum verða inngjøld, ávíst til “gamlar eftirlønarkontur”, fyribils móttikin og beind á ta nýggju eftirlønarkontuna.
Í teimum førum, har nýggj eftirlønarkonta ikki er stovnað sjálvvirkandi, skal lønmóttakarin venda sær til sín peningastovn fyri at stovna nýggja eftirlønarkontu at upplýsa arbeiðsgevaranum um hetta. (Hetta er bert galdandi fyri eftirlønaruppsparar, sum ikki hava goldið inn í 2010 og/ella 2011 – umframt nýggjar kundar).
Eftirlønarinngjøld til aðrar eftirlønarveitarar
Fyri eftirlønarinngjøld til føroyskar og útlendskar eftirlønargrunnar, skal eftirlønargjaldið flytast á nýggjar samlikontur, sí meiri kunning á http://www.taks.fo/01180/01181/ og yvirlit yvir samlikonturnar á http://www.taks.fo/documents/00679.pdf .
Felagið Peningastovnar