Tórshavnar Kommuna hevur eitt skattagrundarlag, sum skuldi gjørt tað óneyðugt við einum høgum skattaprosentið og lánifíggjaðum virksemi. Skattaprosentið varð hækkað í einum lágkonjunkturi í 2010 og tí vil slíkur kommunalur fíggjarpolitikkur verða við til at leggja stein omaná byrðarnar hjá skattaborgarunum. Ein skattahækking kann, alt annað líka, bara gera ein lágkonjunktur enn lægri. Skattastigin hjá kommununum er proportionalur og rakar allar skattaborgarar hart og beint av inntøkuni – her er ikki talan um at gjalda skatt eftir gjaldsevni, sum við progressiva landsskattastiganum.
Tað kann síðan staðfestast ein fólkaminking í landinum og eisini í Tórshavnar Kommunu. Hetta er ein álvarslig gongd, tá hugsað verður um, at talan er um okkara høvuðsstað, sum annars eigur at tiltrekkja barnafamiljur, yngri ættarlið og attraktiv arbeiðspláss. Her vantar ávirkanin frá tí at vera stórbýur ella metropolur. Tað eru tíverri fá tekin um vinnudrivnar vakstrarætlanir í kommununi - burtursæð frá kommunala íløguvirkseminum, sum sjálvandi er við til at útjavna konjunkturarnar nakað og kann mótvirkað negativu ávirkanini frá skattahækkingunum. Samstundis eru Føroyar eitt sera kostnaðarmikið land at liva í fyri húsarhaldini.
Vit kunnu tí ikki halda áfram at føra bæði ein ekspansivan og stramman fíggjarpolitikk umvegis alment íløguvirksemi/lántøku og høgt skattaprosent, men muga gera eitt val og í nógv størri mun skapa karmar fyri einum vinnudrivnum vøkstri í Tórshavnarøkinum og soleiðis skapa meira haldførar inntøkur til kommunukassan.
Tí eigur skattaprosentið í Tórshavnar Kommunu at lækka í 2013. Við at lækka skattaprosentið verður tað bíligari at liva í Tórshavnar Kommunu. Ein lækking í skattaprosentinum kann eisini stimbra undir búskaparvøkstur, íløguvirksemi og at vit harvið aftur kunnu fáa ein fólkavøkstur í høvuðsstaðnum ella stabilisera støðuna. Tað eigur at verða pláss fyri at lækka skattapronsentið í komandi fíggjarætlan 2013 – spurningurin er um at gera neyðugar politiskar raðfestingar og arbeiða við langtíðarplanlegging av rakstri og íløgum.
Tá sitandi samgonga hækkaði skattaprosentið fyri aðru ferð, var ein av grundgevinginum, at tað skuldi oyramerkjast til Boðanesheimið. Nú er Boðanesheimið liðugt, og tað kunnu allir býráðslimir verða stoltir av.
Mín boðskapur er greiður í sambandi við gerð av komandi fíggjarætlan 2013 hjá Tórshavnar Kommunu:
Pengarnar aftur til fólkið - skattaprosentið skal lækkast !
Tórshavn tann 23. apríl 2012
Annfinn Brekkstein
Býráðslimur fyri Sambandsflokkin