Pedofilur fór á stongda deild eftir dóttrini tá trongdin kom á hann

Perlur: Tað, sum hevur sermerkt orðaskifti um neyðstødd børn, sum hava verið fyri kynsligari misnýtslu, er, at tey fremmandu – tey uttanfyristandandi, vistu væl hvat gekk fyri seg. Tey antin ikki tordu, ella høvdu møguleikar at hjálpa, ella at siga frá.


Greinin stóð í pdf-útgávuni av Oyggjatíðindum 5. oktober 2012:


Í dag er orsøkin sera týðulig, at samfelagið visti, og at øll spældu við. Tað er nógv sum bendir á, at sami standurin enn er galdandi. Herfyri var leiðarin fyri sosialu deild hjá Havnar kommunu í útvarpinum og vardi borg.


Hví tað. Hon hevur ikki havt hetta starv rættiliga leingi. Hvat er tað hesin leiðarin følir so stóra trongd til at verja? Hetta virkaði so sjúkligt, og hvussu kundi leiðarin vera so vísur í, at børn ikki verða misbrúkt í Havnar kommunu?


Tað vita øll ikki er rætt. Vit vita um børn, sum verða hildin føst í pedofilum umhvørvi. Vit vita, og øll onnur vita, at sosialu myndugleikarnir í Havn vita, barnaverndir og løgreglan veit, skúli og børn vita. Øll vita, men ongin klárar at gera nakað við hetta.

Hendan vitanin liggur nú í almennum skjølum, sum eru send runt í teirri donsku skipanini, og vit vita at journalistar arbeiða hart fyri at koma niður á botn í hesum føroyska pedofil-mynstri.


Sum tey flestu vita eru fleiri bólkar stovnaðir á Facebokk fyri at verja børnini í móti kynsligum misbrúki, men tíverri hevur hetta arbeiði fingið eitt skot fyri bógvin, tí tað hevur víst seg, at ein stórur partur – vitandi ella óvitandi, hevur arbeitt fyri at hjálpa pedofilum, og teimum myndugleikunum í Føroyum, sum onki hava gjørt fyri at hjálpa teimum neyðstøddu børnunum.


Men hesi hava kortini fingið boðskapin út, og hava eisini skapt virðismikið samband við onnur – bæði samsint, og stuðlar. Oyggjatíðindi hevur fingið fatur í skjølum, har tað greitt gongur fram, at stongdu deildirnar hava verið brúktar, sum rávørugoymsla hjá pedofilum, sum hava gingið inn og út eftir børnum, tá trongdin er komin á.


Ein av teimum, sum sjálv hevur verið misnýtt av pápa sínum, frá at hon var trý ára gomul, hevur verið aktiv í bardaganum um at fáa síni egnu børn leys av einum pedofilum umhvørvi, fekk knappliga eitt teldubræv, sum bæði skelkaði hana, men sum eisini gav henni vón um, at tíðirnar eru við at broytast, tá onnur byrja at koma á banan, sum annars hava eygleitt og onki sagt.


Brævið var soljóðandi:


Heilt ótrúliga sterkt av tær, at traðka fram. Tú kennir ikki meg, men eg havi vita um støðuna hjá tær og systkjum tínum í meira enn 20 ár. Tað, at eg ikki skilji er, at psykiatrisku deildirnar ikki gjørdu nakað; tey vistu væl hvat gekk fyri seg, tá pápi tín kom út eftir systir tíni fyri at misnýta hana. Tá ið eg, sum einki havi við teg og tíni at gera, visti, hvussu nógv hava tey ikki vitað, sum hava verið nærmast tykkum.


Tað vilja ivaleyst vera fólk, sum halda, at tú yvirdrívur, men tað veit eg, at tú ikki gert. Eg kann tíverri ikki fara nærri inn á hvussu eg veit. Eg eri sera hørm um tína støðu, og vil fegin stuðla tær, stendur í teldubrævinum, sum saman við øðrum skjølum er sent til almennar danskar stovnar, sum Sevilstyrelsen, danska umboðsmannin, og aðrar stovnar undir løgmálaráðnum.


Eisini er eitt skjal frá einum nú eldri ungum manni, sum fortelur hvussu hann var misbrúktur, og hevur skrivað frágreiðingina fyri at verja ein minni beiggja, sum støðugt verður misbrúktur, og hildin fastur í einum pedofil-umhvørvi, sum ikki ber til at koma burtur úr, tí føroyskir myndugleikar, og danskir myndugleikar í Føroyum, ikki vilja hjálpa teimum neyðstøddu.


Tí bar tað til, at pedofilur fór á stongda deild eftir dóttrini tá trongdin kom á hann.