Pedagogfelagið brynjar seg til samráðingar

Eftir aðalfundin hjá Føroya Pedagogfelag leygardagin 25. mars hevur nevndin, sum er óbroytt, skipað seg soleiðis: Elin N. W. Tausen, næstforkvinna, Nikkil Heinesen, skrivari, Irdi L. Gaardlykke, nevndarlimur, og Halgerð Jacobsen, nevndarlimur. Jógvan Philbrow var valdur til formann á aðalfundinum í 2015.

Tíðindaskriv frá Føroya Pedagogfelag

Um 400 limir møttu á aðalfundinum. Kjakið var lívligt, og nýttu fleiri limir høvið at bera sínar tankar fram. 

Millum annað var nógv kjak um endurskoðanina av bygnaðinum í felagnum, har endamálið er at kanna, hvussu felagið betur kann skipa seg í mun til framtíðar avbjóðingar. 

Hóast nevndin legði fram uppskot um at lækkað limagjaldið, var ikki meiriluti fyri hesum. 
Meirilutin helt, at tíðirnar eru so mikið góðar, at tað ger einki, um meira verður spart upp, og at tað heldur ikki ger støðuna verri, nú sáttmálasamráðingar standa fyri framman. 

Eisini var hildið, at fíggjarligt rásarúm skal vera fyri at seta í verk ymiskar ætlanir, umframt framhaldandi arbeiðið við at fáa nýggj høli til vega, sum kunnu rúma mesta virkseminum hjá felagnum.

Tað var eitt greitt ynski á aðalfundinum, at nevndin skal leggja dent á lønar- og arbeiðsviðurskiftini hjá limum felagsins, tá sáttmálasamráðingarnar verða.

Hesar fer nevndin í Føroya Pedagogfelag nú við góðum treysti at brynja seg til at fara undir í heyst.