PCB í teistaeggum minkar

Síðani Føroyar komu uppí alltjóða kanningarskipanina AMAP, hava kanningar verið gjørdar av teistaeggum úr Skúvoy og Koltri.


Kanningar hava verið gjørdar av 10 eggum frá hvørjari av hesum báðum oyggjunum annað hvørt ár, og nú vísa tær, at innihaldið av PCB minkar við knøppum 7% um árið (p < 0.03).


Teisti er rættiliga støðufastur sjófuglur og kann tí verða kannaður sum ein liður í at meta um dálking í sjónum. Innihaldið av summum dálkingarevnum hevur lyndi til at vaksa við aldrinum, og tí hóskar tað seg væl at kanna egg fyri hesi evnir.


Meira kann lesast um dálking í teistaeggum við at trýsta á linkin niðanfyri:


http://us.fo/Default.aspx?ID=10666