Passiónin rennur saman við tónleikinum

 -       
Elinborg hevur aftur rakt hetta í útgávuni “Spor”



Í 2013 skrivaði eg eina grein um Elinborg Pálsdóttir og hennara inniliga
ynski um at ganga tónleikaliga vegin.



Eg havi so fylgt henni og kann siga, at hon onkursvegna nemur ein
tónleikaligan strong í mínum hugaheimi.



Tað er ongin ivi um at saknurin eftir pápanum og tær støður hon er komin í,
setur dagsskránna fyri nýggju útgávuna, hon legði fram um dagarnar.



Eg minnist eina útsøgn hjá mammuni, Sædis, at hon onkursvegna sá hana taka
meira til lesnaðin, men eg trúgvi júst upp á hetta, at hevur tú eitt inniligt
ynski um at fara eftir tí, tú brennir fyri, so hevur hetta eina so berandi
megi, ið ikki er so løtt at koma uttanum.



Her hava vit eina sera gávaða gentu, sum sera hegnisliga hevur fingið síni
tónleikaligu evnir og passiónina at fara upp í eina hægri eind.



Eg haldi eisini, at hon hevur hevur fingið røttu fólkini at sær, tí eg
hoyri eisini her hetta sera stilla og dugnaliga, sum hevur fingið útgávuna upp á
eitt sera trygt og gott støði.



Ep´in inniheldur løgini “Dreymar”, “Tanki”, “Saknur” og “Stormar”, sum hon
sjálv ivaleyst hevur givið sær góða tíð at greiða úr hondum, tí tekstirnir geva
einum tíð at steðga á og njóta.



Aftur her hevur Elinborg lagt eitt gott avrik úr hondum og kann enn
einaferð staðfesta, at tað veruliga riggar at seta sær mál og fáa hesi greidd.



Eitt sera væl úr hondum greitt verk – FLOTT!  



Fríðálvur A. Jensen