PÁSKASTEVNAN Í KAMBSDALI 2018 - Jesus er trúfastur!

Aftur í ár vóru páskamøtir og páskastevnur hildnar um alt landið, og Kristiliga Tíðindatænastan hevur skilt, at til samans hevur eitt stórt tal av fólki vitjað tær ymisku páskastevnurnar, bæði innan Hvítusunnurørsluna, Heimamissiónina, Brøðrasamkomuna og Karismatisku rørsluna.  

Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus
gjaraneds@gmail.com
tlf: 228314
Skrivað: 03.04.2018

Brøðrasamkomurnar í Eysturoynni hava í mong ár skipað fyri páskastevnum. Ábyrgdarluturin fellur upp á skift annaðhvørt ár millum samkomurnar eystanfyri Gøtueiði og samkomurnar á Skálafjørðinum. Í ár vóru tað samkomurnar Filadelfia í Gøtu, Hebron í Leirvík og Siloa í Fuglafirði, sum skipaðu møtini. 

Møtini vóru í Siloa í Fuglafirði skírhósdag og langafríggjadag, men leygardagin og páskadag vórðu møtini flutt út í ítróttarhøllina í Kambsdali. Skipað var eisini fyri fleiri ungdómsmøtum, sum vóru seinni um kvøldið.

Sum nakað nýtt í ár varð skipað fyri evnistímum, sum vóru seinnapartin leygardagin í skúlastovunum í Miðnámi í Kambsdali. Fimm fyrilestrarhaldarar vóru bodnir at viðgera hvør sítt evni. Fyrilestrarnir vóru kl.15:00 og endurtiknir kl.16:00. Áhugin var stórur at hoyra fyrilestrarnar. 

Ein av fyrilestrarhaldarunum var Jógvan Páll Sevdal, sum á ein forvitnisligan og grípandi hátt greidddi frá, tá hann fyri 7 árum sídani, umbord á norskum handilsskipi, vard tikin sum gísli, medan teir lógu vid bryggju í Nigeria. 

Temaði á stevnuni í ár var “Jesus er trúfastur,” og tað má sigast, at evnið gekk sum ein reyður tráður ígjøgnum øll møtini. 

Stevnan endaði páskadag kl.19:00 við eini stórstílaðari konsert, sum vardi í 2 tímar fyri fullsettari ítróttarhøll. Konsertin byrjaði við, at ein væl upplagdur MC Restorff farmførdi 5 soloir, væl bakkaður upp við tónleikarum úr bólkinum T.O.S.  Onkur helt fyri, at hóast MC er komin til pensjónsaldur, so hevur hann aldri verið frískari og meiri livandi enn í kvøld. 

Dania Tausen, sum er av Toftum, og sum fast nógv við at syngja og leiða lovsang, framførdi 3 soloir, har av hon sjálv hevur skrivad ein av sangunum. Ein av sangunum, sum hon sang hetta kvøldi, var hin gamli og høgt elskadi klassikarin hjá sálmaskaldinum Victori Danilesen, og sum er millum teir mest inngrónu sangirnar innan brødrasamkomurnar í Føroyum, Ja sig honum takk. Dania hevur skrivad eitt nýtt lag til sangin, og hon framførdi sangin vid nýggja lagnum, sum má sigast at vera djørv nýhugsan! 

Siloakórid og sangbólkurin T.O.S. luttóku eisini vid fleiri einastandandi framførslum.