Partar av sendinetinum hjá Vodafone fingið skaða
Starvsfólk hjá Vodafone vóru til arbeiðis í nátt fyri at rætta brek á fartelefonnetinum hjá Vodafone, men tað vísti seg, at nakað av útgerðini hevur fingið skaða í ódnarveðrinum.
Hetta viðførir, at Nólsoy og Strendur hava skerdan til ongan dekning, meðan partar av Klaksvík, Syðrugøtu og Runavík hava skerdan dekning.
Av tí at útgerðin stendur uppi á fjøllunum, er ikki ráðiligt at gera nakað í nógva vindinum. So skjótt sum vindurin minkar, fara fólk at skifta útgerðina.