Pætur Mikal Holm vart ph.d. á SDU

Týsdagin 21. oktober vardi Pætur Mikal Holm fysioterapeutur og MSc. ph.d.-ritgerð sína í fysioterapi á Slagelse Sygehus.

Ritgerðin kallast: "Muscle function, physical function and strength training in patients with knee osteoarthritis".

Pætur hevur verið í starvi sum ph.d. lesandi fysioterepeutur á Afdeling for Fysioterapi og Ergoterapi, Næstved-Slagelse-Ringsted Sygehuse og innskrivaður sum ph.d. lesandi á Institut for Idræt og Biomekanik, Syddansk Universitet, Odense (2016-2019).  Søren Thorgaard Skou, professari, hevur verið høvuðsvegleiðari.

Í metingarnevndini vóru:
Britt Elin Øiestad, lektari, Institut for fysioterapi, Oslo Metropolitan University
Inger Mechlenburg, professari og dr.med., Institut for Klinisk Medicin, Aarhus Universitet
Lise Hestbæk, lektari á Institut for Idræt og Biomekanisk, Syddansk Universitet, forkvinna
Ph.d. verkætlanin hevur fevnt um kanningar av leiklutinum hjá vøddum og fysisku funktiónini hjá fólki vid slitgikt í knænum. Tann stóra verkætlanin hesi trý aríni hevur verið ein ”randomized controlled trial (RCT)”, sum hevur kannað, hvussu ítøkilig styrkivenjing av lærvøddunum kann nýtast í endurvenjingini av fólki vid slitgikt í knænum.

Ph.d. ritgerðin fevnir um tríggjar greinar og væntandi koma eini 3-4 greinar afturat frá hesi verkætlan komandi mánaðirnar.

Á myndini frá vinstru: Søren Thorgaard Skou, vegleiðari,  Pætur Mikal Holm, Inger Mechlenburg Brit-Elin Øiestad og Lise Hestbæk, metingarnevndarlimir

Les meira um Pætur Mikal Holm í Heilagrunninum