Ótrygg kommunulæknaviðurskifti

Tørvur er á at hava sín fasta kommunulækna - hetta skapar tryggleika og góða sjúkraviðgerð. Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett ein skrivligan fyrispurning til landsstýriskvinnuna í heilsumálum, um ótryggu støðuna á kommunulæknaøkinum

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning (eftir § 52a). 

Fyrispurningurin snýr seg um ótryggu kommunulæknaviðurskiftini, sum eru í pørtum av landinum.

Løgtingsmaðurin heitir á landsstýriskvinnuna um at greiða nærri frá:
1.    Hvat fer landsstýriskvinnan at gera, heilt ítøkiliga, fyri at loysa ótryggu kommunulækna¬viðurskiftini, sum eru í pørtum av landinum?

2.    Nær kann væntast at málið verður loyst?

3.    Verður arbeitt eftir álitinum um nýggja kommunulæknaskipan (Álit frá desember 2010)?

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður sigur í viðmerkingum til fyrispurningin, at fyri nøkrum árum síðani var vanligt, at fastir kommunulæknar, t.v.s. kommunulæknar í føstum starvi, røktu øll kommunulæknastørvini kring landið. Hetta var ein skipan, sum virkaði væl og sum fólk vóru væl nøgd við, og sum tey eisini kendu seg trygga við. At fólk hava sín fasta kommunulækna, tað eigur at verða greiða málið.

Hetta, at hava ein fastan lækna, sum kennir fólkið á staðnum og viðurskifti teirra, tað hevur sera stóran týdning. Hetta fremur álit og gevur tryggleika millum partarnar.

Seinnu árini er vend komin í og fleiri av kommunulæknastørvunum verða ikki mannað við føstum læknum, men við avloysarum, sum røkja starvið í styttri ella longri tíð - mest styttri tíð. Upplýst er, at umleið triðja hvørt kommunulæknastarv ikki er mannað við føstum lækna.

Trotið á kommunulæknum seinastu árini hevur verið vaksandi, og er tað nú komið á eitt støðið, har fólk í ávísum økjum í landinum eru vorðin ørkymlað og ótrygg, ja beinleiðis óttafull um støðuna. 

Ikki er óvanligt nú at hoyra, at fólk ikki tíma, ikki vilja ella ikki hætta sær at fara til kommunu¬¬læknan. Tey orka ikki aftur at møta einum fremmandum lækna - einum lækna, sum ikki kennir teirra støðu, so tey muga enn einaferð aftur at greiða frá síni søk fyri hesum fremmanda lækna. Stundum er tað eisini soleiðs, at málsligar avbjóðingar eru ein forðan, kanska serliga hjá eldri fólki. 

At enda staðfestir løgtingsmaðurin, at støðan á kommunulæknaøkinum er vorðin sera álvarsom. Allar góðar kreftir eiga at arbeiða við at fáa hetta álvarsmál loyst – ongantíð ov skjótt.

Sambandsflokkurin