Eini 300 fólk vitjaðu umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra á Tvøroyri týsdagin 26. apríl. Hetta var í sambandi við umhvørvisvikuna í kommununi.
Týsdagin 26. apríl legði havrannsóknarskipið Jákup Sverri leiðina inn á Tvøroyri eftir at hava verið rannsóknartúr kring oyggjarnar. Endamálið var at geva suðuroyingum høvi at síggja skipið og stuttligt var at síggja ung og gomul vitja umborð.
Tiltakið var gjørt í samband við umhvørvisvikuna á Tvøroyri og í hesum sambandi vóru eisini fyrilestrar í kantinuni á Varðanum Pelagic. Har greiddi Eyð Eidesgaard, góðskuleiðari á Varðanum Pelagic frá framleiðsluni og sølu av uppsjóvarfiski.
Jan Arge Jacobsen, granskari á Havstovuni greiddi frá um uppsjóvarfiskastovnarnar markel, sild og svartkjaft og Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni greiddi frá um havstreymar og týdningin av teimum fyri livilíkindini hjá uppsjóvarfiskastovnum og livilíkindini á Landgrunninum sum heild.