Opið hús í kappróðrarneystinum á Glyvrum

Tíðindaskriv:


Í kvøld kl. 20:30 savnar Kappróðrarfelagið NSÍ á Glyvrum øll tey, sum hava áhuga fyri kappróðri, og fyri at rógva nú og næsta ár, til kunnandi átak um ætlanir felagsins frameftir. Felagið heldur til í felagshølunum Niðri á Støð á Glyvrum, og øll áhugað eru hjartaliga vælkomin at luttaka.


Mikukvøldið 23. mai 2012 var aðalfundur hildin í felagnum, og kvøldið eftir skipaði nývalda nevndin seg við Eyðuni Petersen, Søldarfirði, sum formanni. Næstformaður er Bjarki Danielsen, Søldarfirði, skrivari er Tórbjørn Jacobsen, Glyvrum, peningarøkil er Annika Tórbjarnardóttir, Søldarfirði, og nevndarlimur er Magni Lamhauge, Saltangará. Eykalimir eru Rodmundur Nielsen, Glyvrum og Eiler Lamhauge, Lambareiði.


Felagið stevnir eftir menning í rógving og av felagsins virksemi yvirhøvur. Til tað krevst stuðul frá øllum góðum kreftum, og áhugaðum fólki í økinum, har felagið virkar.


Møtið fjølment !


Kappróðrarfelagið NSÍ