Opið hús hjá nýggja granskingarstovninum Sjókovanum

Í sambandi við, at privati granskingarstovnurin Sjókovin varð settur á stovn fyrr í ár, verður
opið hús og framløgur í Bátasavninum í Leirvík nú mikudagin 17. Juni kl. 14. Les meira um
tiltakið
her.

Sjókovin er ein óheftur, privatur, ikki-vinnuligur granskingargrunnur, sum fimm føroyskar
fyritøkur settu á stovn fyrr í ár. Høvuðsendamálið við grunninum er at stimbra burðardygga
menning og nýskapan í fiski- og alivinnu við at veita vitanartænastur gjøgnum gransking og
luttøku í altjóða verkætlanum. Eisini skal grunnurin virka sum samskiftisdepil fyri
sjófeingisfyritøkur og aðrar áhugapartar.

- Tað er sera týdningarmikið fyri okkum, at hava eitt gott samstarv við vinnufyritøkur og
aðrar áhugapartar her heima í Føroyum fyri at tryggja, at granskingin hjá okkum kann vera
við til at skapa størri virðir fyri føroyska samfelagið. Starvsfólkini í Sjókovanum hava eitt
sterkt netverk til granskingarstovnar úti í heimi og hava drúgvar royndir at arbeiða við
verkætlanum innan umsiting av fiski- og alivinnu. Harumframt vita vit, at nógvar føroyskar
fiski- , alifyritøkur og teirra undirveitarar, eru sera frammaliga innan teirra øki. Sjókovin er tí í
einari sterkari støðu til at bera viðkomandi vitan úr altjóða granskingarumhvørvinum til
Føroya, og samstundis - ígjøgnum góða samstarvið við føroyskt vinnulív - bera vitan úr
Føroyum út í heim, sigur Unn Laksá, ið stendur á odda fyri Sjókovanum.

Umframt at luttaka í fleiri størri, altjóða verkætlanum innan umsiting av havtilfeingi,
granskar Sjókovin í løtuni eisini ávirkanina av Covid-19 á føroyska fiski- og alivinnu og
avleiðingarnar fyri føroyska búskapin. Verkætlanin er fíggjað av granskingarráðnum, og
endaliga frágreiðingin verður løgd fram fyrst í oktober.

- Vit vóna, at vit ígjøgnum okkara granskingarvirksemi og samskifti av úrslitunum, kunnu
gera okkara íkast til at menna vitanina um sjófeingisvinnur og soleiðis eisini ríka kjakið í
almenna rúminum, sigur Unn Laksá.

Tiltakið er alment, men orsaka av avmarkaðari atgongd krevst tilmelding. Til ber at lesa
meira um tiltakið og skráseta seg her.

Sjókovin