Opið bræv til Sirið Stenberg

Heilsumálaráðið skal til at gera eina nýskipan av primera sektorinum, og tað verður beinleiðis sagt at verkætlanarlýsingin m.a. er gjørd útfrá hvussu yngri læknar hava sagt at teir ynskja at arbeiða.

Vit yngri læknar, sum eru undir útbúgving til kommunulækna í Føroyum ella eru nýútbúnir, standa sera undrandi yvir fyri hesum, tí vit eru altso ikki spurd. Og vit eru á ongan hátt við uppá tað, sum heilsumálaráðið ætlar at gera her.

Tað einasta vit kenna eitt sindur aftur, er, tá tað verður sagt at yngri læknar ynskja ikki at arbeiða einsamallir eitt stað, men vilja gjarna í størri eindir. Hetta er rætt, tey flestu av okkum kundu gott hugsað sær at sitið eitt stað har tað er minimum ein annar lækni. Hetta er fyri at hava ein ella fleiri at sparra við og tí tað gevur størri fleksibilitet í arbeiðinum. Tað at har er ein annar, sum kann taka tað akutta, um man ikki fær møtt ein dag ella tveir. Men tað er altso fleiri læknar man vil skipa seg saman við, ikki fleiri fakbólkar.

Tað verður stórur dentur lagdur á hesar sokallaðu heilsudeplarnir, men tað er altso ikki nakað sum læknarnir hava ynskt. Læknamangul verður ikki nøktaður við at savna saman nógvar ymsar fakbólkar á einum stað. Kommunulæknar samstarva við nógvar ymsar fakbólkar og hava ofta tørv at  ávísa til hesir, men síggja onga grund til at man skal vera í felags hølum. Tvørturímóti kann hetta verða avmarkandi fyri læknarnar, sum ofta nýta pausur og døgurðatíma til eitt slag av konferencu. Tað kann man ikki um har sita fleiri aðrir fakbólkar, sum ikki kunnu hoyra alt.

Tað verður sagt í verkætlanarlýsingini, at: 'við tað at aðrir fakbólkar fara at kunna útinna tær viðgerðir, sum kommunulæknar higartil hava tikið sær av, eigur tað at bera til at økja talið av borgarum pr. viðtalu'   Hetta ljóðar heilt ótrúligt!  Fyri tað fyrsta, ein av størstu orsøkunum til at teir nýggju kommunulæknarnir ikki hætta sær at fara í fast starv er at viðtalurnar eru alt ov stórar, borgaratalið pr. viðtalu nógva staðni er so høgt at man hevur nærum bert tíð til tað mest akutta og neyðuga og fær ikki gjørt tað uppfylgjandi arbeiði nóg gjølla. Í longdini verður hetta sera belastandi og gevur skjótt  útbrendar læknar. Á papírinum eru tað ikki allar viðtalur sum eru ov stórar, men tað blíva tær í veruleikanum, tá man eisini skal taka sær av borgarum frá økjum har eingin fastur kommunulækni er settur. Tað ideella talið av borgarum pr viðtalu skal eftir okkara tykki helst liggja undir 1500, fyri at kunna veita eina grundiga og góða tænastu til øll og samstundis hava tíð at halda sína vitan við líka við eftirútbúgving o.ø. Hugsast skal eisini um, at ein kommunulækna hevur vaktskyldu uttanfyri vanliga arbeiðstíð og optimalt er at hava ein hvílidag eftir tað. Tey flestu av okkum hava eisini eitt privatlív og eina familju, sum vit gjarna vilja hava eitt sindur av tíð til eisini.

Fyri tað næsta er tað ikki rætt at aðrir fakbólkar kunnu útinna arbeiði, sum ein kommunulækni ger í dag. Kommunulæknar í dag ávísa longu í dag til fysioterapeutar, ergoterapeutar, kostrágevar, sálarfrøðingar o.s.fr. og hava framvegis ivaleyst eftir at gera sjálvir. Ein sjúkarøktarfrøðingur  kann gera nógv arbeiði fyri ein kommunulækna, testir, kanningar, vaccinur, kontrollir og uppfylgjan, men tað gera tær longu nógvastaðni og allíkavæl er arbeiðsbyrðan hjá læknunum stór. Og við ætlanini um at leggja enn fleiri uppgávur frá sjúkrahúsunum út í primersektorin, er tað enn einaferð ófatuligt at man yvirhøvur umhugsar at økja tal av borgarum pr. viðtalu. Hett eru vit sterkt ímóti!

Og so er tað ætlanin um at broyta kommunulæknaskipanina til eina fastlønarskipan. Um hetta verður gjøgnumført kann man í hvussu er vera næstan 100% vísur í at eingin yngri føroyskur lækni fer at søkja nakað starv og helst fara nógvir av teimum sitani kommunulæknunum at siga seg úr starvi. Líknandi er gjørt í Danmark í støðum har tað hevur verið ringt at rekruttera læknar og tað eru næstan bert útlendingar, sum arbeiða har, og tá tosa vit í stóran mun um útlendingar uttanfyri Europa.  

Partur av grundini, til at flestu av okkum valdu yrki sum kommunulækni, er, at man er sjálvstøðugur og sjálvur kann umsita sítt virki og fungera sum leiðari og arbeiðsgevari hjá sínum starvfólkum, sum typiskt er skrivari og sjúkrarøktarfrøðingur. Tað, sum her verður skotið upp, er ein heilt grundleggjandi broyting í bæði lønarviðurskiftum og í arbeiðskulturinum hjá kommunulæknum, og tað er so løgið, at man ikki hevur spurt nakran kommunulækna um teirra meining um tað. Og vit yngri læknar vilja sláa fast beinanvegin, at vit góðtaka tað ikki!

Tá hetta so er sagt, vilja vit eisini siga, at vit halda tað er gott at man er farin í holt við at royna at menna primera sektorin, tí støðan aktuelt er alt annað enn optimal. At skipa landið í færri heilsuøkir og at landið yvirtekur viðtaluhølu og aðrar skyldur hjá kommununum ljóðar skilagott og kann møguliga gera tað eitt sindur lættari at umsita. Men vit halda ikki, at tað er neyðugt at nýta orku at uppfinna eina nýggja skipan. Tað er ikki skipanini tað er galið við, tað er at har eru ov fáir læknar í henni.

Yngri læknar undir útbúgving til almen medicin ella nýútbúnir, hava valt hetta fakið, tí vit gjarna vilja arbeiða sum kommunulæknar. Og vit vilja gjarna í fast starv, so man fær nýtt fyrimunin, sum tað er at kenna søgu og familju hjá fólkunum sum koma. Tað er júst hetta, sum er tann størsti fyrimunurin hjá einum kommunulækna. Og vit vilja gjarna vera við til at menna hetta økið í Føroyum. Vit ynskja at veita okkara borgarum eina dygdargóða læknatænastu, og tað gera vit m.a. við at hava nóg mikið av tíð til hvønn einstakan og við at hava møguleika at halda viðlíka okkara vitan og evnir við at seta tíð av til eftirútbúgving og arbeiðsmenning. Vit hava eina vitan og eitt innlit sum er virðismikið, fyri ikki at siga alneyðugt, tá ein ætlan skal leggjast hvussu vit best skipa primersektorin. Vit vóna bert at politiski myndugleikin vil lurta.

Yngri læknar í almen medicin