Ongi tíðindi eru góð tíðindi

TÍÐINDASKRIV: Sagt verður, at ongi tíðindi eru góð tíðindi. Tó dámar okkum øllum best at hoyra, tá ið góð tíðindi ERU. Og soleiðis er í sambandi við taktrupulleikarnar í gamla skálanum frá 1970.


LBF Ráðgevandi verkfrøðingar hava saman við Landsverki loyst trupulleikan. Fyri at varðveita takkonstruktiónina verða sperrurnar tryggjaðar við stórum vinkuljørnum, sum bara í avmarkaðan mun fara at síggjast aftur inni í salinum. Vit skulu jú njóta listina, ikki konstruktiónina.


Arbeiðið verður ætlandi liðugt fyrst í desember. Listasavnið vil tá ”endurvíga” salin við eini seruppheinging av teimum týdningarmestu av mongu listaverkunum, sum í løtuni eru á goymslu. Tann framsýningin verður at síggja fram til januar.


Framsýningin Per Arnoldi Etc., ið mátti latast aftur orsakað av taktrupulleikunum, letur uppaftur í januar og verður at síggja fram til hálvan februar. Síðan letur Listasavnið upp framsýning við Tróndi Patursson í sambandi við, at høvuðsverk hansara Bládýpið, bingjan frá København Kulturby ’96, verður sett upp við savnið.