Óneyðugt við øsing um fiskidagarnar

Fiskidagarnir eiga at verða ásettir fyri í minsta lagi eitt ár, sigur Axel Hansen, FF-nevndarlimur, í hesi grein. Men krøv um rist í troli og um at flyta á aðra fiskileið, tá ov nógvur ungfiskur er í veiðuni, eiga at setast beinanvegin, heldur hann.

Fiskimálaráðharrin hevur fingið mangt høggið fyri sínar kollveltandi ætlanir um fiskivinnunýskipan, og tí er tað ringt at skilja, at hann nú nærum biður um bál og brand í sambandi við uppskotið um fiskidagar, sum hann hevur borið í Løgtingið.

At koma við einum uppskoti um at áseta fiskidagar fyri bara fýra mánaðir er púra burturvið. Serliga tá ongin kennir fortreytirnar fyri ásetingini fyri alt 2018, sum hann síðani skal gera uppskot til, og sum Løgtingið skal samtykkja fyri árslok.

Samgonguleiðararnir siga semju vera um at bíða við at fara yvir til kvotuskipan. Fyribils til 1. januar 2019. Orsøkin er, at stundir eru ikki til at umkalfatra alla vinnuna og seta eina kvotuskipan í gildi longu á nýggjárinum, tá fiskivinnunýskipanin annars skal setast í gildi.

Onki álit er á stovnsmetingunum, sum skulu verða grundarlag undir umsitingarætlanunum, tí onki álit er á Magnusi Heinasyni, sigur Axel Hansen.

Lat meg beinanvegin gera púra greitt, at Føroya Fiskimannafelag grundleggjandi er ímóti at skipa botnfiskiskapin við kvotum og heldur, at vit skulu halda fast um fiskidagaskipanina eisini eftir 1. januar 2019.

Fiskimálaráðharrin vil tó nakað annað, tó at hann og myndugleikarnir undir ráði hansara skulu hava meira tíð at fyrireika skiftið til kvotur. Men hví so í allari víðu verð fara at skapa rumbul um fiskidagarnar í hesi fyrireikingartíðini? Hevur fiskimálaráðharrin kanska ov fáar trupulleikar av sjálvari fiskivinnunýskipanini at berjast við?

Sjálvandi eiga fiskidagarnar at verða ásettir fyri í minsta lagi eitt ár, sum tað altíð hevur verið gjørt eftir galdandi lóg. Og ætlar samgongan at halda fast um, at farast skal yvir til kvotur 1. januar 2019, so er skilabest nú at áseta fiskidagarnar í einum líka til tá.

Teir lógarteknisku trupulleikarnir, sum kanska eru, millum annað við tað at veiðuloyvini verða strikað, tá fiskivinnunýskipanin verður sett í gildi, skulu jú loysast kortini. Tí er tað onki argument fyri at fara at petta fiskiárið sundur í bitar.

Sum hoyringspartur hevur Fiskimannafelagið tó fingið at vita, at høvuðsorsøkin til hetta løgna útspælið hjá fiskimálaráðharranum skyldast atlitið til stovnsrøkt og umsitingarætlanir, sum skulu verða mest týðandi stýringsamboðini í fiskivinnunýskipanini.

Men tá tað nú var neyðugt at útseta kvotuskipanina, tí stundir hvørki hava verið til at fyrireika hana ella til at fáa yvirlit yvir avleiðingarnar av henni, hví so ikki eisini bíða við umsitingarætlanunum?

Ongin botnfiskastovnur er so illa fyri, at hann kollapsar av tí, at fiskidagarnar hesaferð verða ásettir eftir vanligum leisti fyri eitt ár, sum vanligt er, ella fyri hálvt annað ár.

Eitt er tó vist, at krevur kvotuskipanin drúgva fyrireikingartíð, so krevja umsitingarætlanir tað í enn størri mun.

Ongin veit enn, hvussu hesar umsitingarætlanirnar skulu gerast. Men vit hava fingið at vita, at tær skulu byggja á stovnsmetingar hjá Havstovuni, og vit vita eisini, at ongin, sum hevur sít virki á sjónum, hevur álit á hesum stovnsmetingunum.

Tað álitið er ikki til staðar, tí álitið á høvuðsamboðið hjá Havstovuni – Magnus Heinason – ikki er til staðar. Magnus Heinason kann ikki brúkast til at fáa tað taltilfarið til vega, sum stovnsmetingarnar, við tí sum hongur upp í teimum, verða grundaðar á.

Men eitt nýtt havrannsóknarskip skal smíðast nú og verður ætlandi liðugt um eini tvey-trý ár. So hví ikki bíða eftir tí og lata tað í tøttum samstarvi við vinnuna gera neyðugu kanningarnar og stovnsmetingarnar at gera umsitingarætlanirnar út frá?

Eitt nógv tættari samstarv millum Havstovuna og vinnuna var eisini eitt, sum fiskimálaráðharrin lovaði at skunda undir beinanvegin, tá vit høvdu teir fyrstu hoyringsfundirnar um fiskivinnunýskipanina fyri meira enn hálvum øðrum ári síðani. Onki er tó hent á tí økinum.

Álitið hjá fiskimonnum á føroysku fiskifrøðina er sera vánaligt. Ikki bert orsakað av Magnusi Heinasyni, men eisini tí, at alt ov lítið og vánaligt samskifti og samstarv er millum fiskifrøðingarnar og tey, sum virka á sjónum.

Eg ivist onga løtu í, at fær Havstovan betri amboð – havrannsóknarksipið – og eitt skipað samstarv og samskifti verður millum hana og tey, sum fiska, so ber eisini til at byggja álitið uppaftur.

Til dømis kundi Havstovan í samstarvi við vinnuna gjørt royndir við línu á Føroya Banka og við troli við rist á ymsum stongdum leiðum.

At gera slíkar royndir saman, har partarnir síggja, hvussu teir hvør í sínum lagi arbeiða, fer at beina burtur allan mystikkin fyri í staðin at skapa forstáilsi og álit ímillum partarnar.

Men sjálvt um fiskimálaráðharrin steðgar eitt sindur á við umsitingarætlanunum, so eru onnur átøk, sum kunnu gerast beinanvegin, og sum Fiskimannafelagið eisini hevur víst á fyrr.
Til dømis eigur kravið um rist at verða sett nú. Havi ilt við at skilja, hví tann kunngerðin ikki langt síðani er lýst, tí tað man vera minst eitt ár síðani, at fiskimálaráðharrin segði seg ætla at seta krav um rist.

Vert er tó at hava í huga í tí sambandinum, at tað bert gevur meining at krevja rist, har ungfiskur er. Á leiðum, har bara stórur fiskur er at fáa, sum til dømis á ytru leiðunum, er ongin orsøk at krevja rist, tí tá vil hon bert órógva arbeiðið umborð uttan at gera nakra nyttu.

Eisini eigur fiskimálaráðharrin beinanvegin at syrgja fyri, at mannagongdirnar verða broyttar, tá trolarar gera hál við ov nógvum ungfiski í.

Sum er hava skipini skyldu at boða frá, tá sovorðin hál verða gjørd, men ikki fyrr enn Vørn hevur lýst bráfeingis veiðibann í útvarpinum, skal fiskiskapurin steðgast.

Ofta er lagamanni at gera fleiri hál á sama stað, frá tí at fráboðan um ov nógvan ungfisk er latin Vørn, til veiðibannið er lýst.

Tí eigur krav at setast um, at skip ikki bara boða frá, men eisini beinanvegin flyta, tá prosentparturin av ungfiski í einum háli fer upp um loyvda markið. Soleiðis var tað fyrr, men av óskiljandi orsøkum er hetta broytt einaferð í tíðini.

Axel Hansen
nevndarlimur, Føroya Fiskimannafelag