Øll manningin á Vesturland bjargað, tá ið eldur kom í skipið

Um 12 tíðina í gjár boðaði Vesturland frá, at eldur var í frammi undir bakkanum. Vesturland var staddur á Føroya Banka, tá ið boðini komu. Tað var ikki verandi har frammi í skipinum og øll manningin, sum taldi 10, savnaðist uppi á brúnni.

Tíðindaskriv frá MRCC:

Tyrlan, Brimil og danska sjóverjuskipið Vædderen fingu boð um at fara á staði, og somuleiðis Tróndur í Gøtu, Niels Pauli og Steintór, sum vóru nærmastu skipini. Bæði Brimil og Vædderen høvdu fleiri tímar at sigla.

Tað vóru vánalig líkindi hjá tyrluni at fara úr Vágum, men hon slapp tó avstað og hon hevði umleið 40 min at flúgva.

Tyrlan hoistaði so alla manningina av, tann seinasti, sum var skiparin, varð tikin av kl 1410.
 Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið kl 1440.

Manningin er væl fyri, men onkrir hava fingið royk í seg og skulu á LS til kanningar.
Vesturland liggur nú og rekur fyri vág og vind, men bæði Vædderen og Brimil eru ávegis.