Øll duttu tey úr skápinum

Jørgen ikki gølan, sum ikki er nøkur gøla, tí Oyggjatíðindi skrivaði um málið í 1997, er rættiliga komisk.

Greinin var í Oyggjatíðindum í juni 2014


Snowden sigur at hann átti at gerast tann sum bríkslaði, sjálvt um hann var undir dupultari tagnarskyldu. Tað er óluksáliga løgið at tað tekur 16 ár hjá einglapressuni at vakna úr tí friðsæla heimastýrisyvirstættar dreyminum. Tey spæla journalist, tað eru tey heldur ikki. Tey eru papageykar. Tey siga at Jørgin lýgur, tí tað helt Jørgin sjálvur, men Dan Klein kom við einum skjali, sum sigur at Jørgin faktiskt ikki leyg.


Tað er eisini nasadjarvt av Control at senda allar soldátarnar út at geyla í kór. Var hann smartur, so goymdi hann nøkur av “stikkunum” eftir til eitt umfar eina aðru ferð.


Her kemur alt møguligt úr skápinum. Abrahamsen, Langgaard, Nielsen og mín sann eisini Lisbeth L. Petersen.


Tann yngri hvølpurin hjá Johnsigurd Johannesen segði í sjónvarpinum at Jørgen hevði logið. Tey endurtaka bara lygnina. Hatta hevur einki við kvalifiseraðan journalistikk at gera. Hatta er ein hetz.


Hví Control sendir allan bandan avstað er mær ein gáta? Er “the system in danger of definite countdown and self destruction”. Ella hvat er hetta fyri nakað?


Hvat rakar tað Lisbeth, hvat formaðurin í sambandsflokkinum ger og ikki ger. Tær løgdu einki í at Dimman fór av knóranum. (og skiltu heldur neyvan hví).


Er nakað surrealistiskt her í heiminum, so er tað heimastýrisyvirstættin, sum skal brúka almennar miðlar til at heingja fólk við. Somu fólk sum tosaðu um at yvirtaka løgreglu og rættarskipan. Tey skilja ikki at friður skal valda, tá ið eitt mál er hjá fjølmiðlanevndini. At tey skulu respektera eina álitisváttan, sum er parlamentarisk, og at tey skulu lata rættin fáa frið at arbeiða.


Nei, tað kunnu tey ikki.


Páll Poulsen