Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at framleiðslan er byrjað úr Blackbird leiðini í enska partinum av Norðsjónum.
Hetta er fyrsta fundið hjá Atlantic Petroleum ið verður útbygt, og triðja framleiðsluleiðin hjá felagnum.
Útbyggingin av leiðini hevur gingið væl, og er framleiðslan byrjað 6 vikur fyrr enn upprunaliga ætlað. Kostnaðarætlanin fyri útbyggingina hevur eisini hildið.
Oljan, sum rennur úr Blackbird leiðini, verður førd ígjøgnum framleiðsluskipið (FPSO) Aoka Mizu, ið liggur á Ettrick leiðini skamt frá. Gassið verður leitt ígjøgnum SAGE leiðingina til lands.
Blackbird feltið liggur í bretsku loyvunum P.273, P.317, og P.1580 í teigunum 20/2a, 20/3a, og 20/2f. Atlantic Petroleum eigur 9,4% í leiðini, og fyristøðufelagið Nexen eigur hini 90,6%.
Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum fegnast um at leiðin er komin í framleiðslu, og at tað er eydnast at koma í gongd fyrr enn ætlað, umframt at kostnaðarætlanin hevur hildið. Blackbird styrkir framleiðslustøðu felagsins og inntøku.
Í eini aðrari fráboðan send til marknaðin í dag boðar Atlantic Petroleum frá, at teirra ognarpartur í Perth leiðini, eisini í bretska partinum av Norðsjónum, er øktur úr 10,8% til 13,4%. Økti ognarparturin er frá Maersk Oil, sum ikki er partur av loyvinum longur.
Hini feløgini í loyvinum eru DEO Petroleum, ið er fyristøðufelag, sum eigur 52,03% og Faroe Petroleum, ið eigur 34,62%. Ein útbyggingarætlanin fyri Perth varð send bretsku mynduleikunum síðst í september, og væntandi kemur svar frá teimum um einar 6 mánaðar.