ÓLAVSØKUPRÆDIKAN - hveitikornið má doyggja

Tað var presturin, Derhard Jógvansson, sum er prestur í Vesturkirkjuni í Havn, ið fekk heiðurin at halda Ólavsøkuprædikuna í ár. 

Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Við urguna sæt Gudmund Mortensen, sum fekk dyggan stuðul frá Trónd Enni og Ernst Remmel, sum spældu trompetuna, og deknur var Høgni Joensen. Tórshavnar Manskór sang undir Ólavsøkugudstænastuni, har Kári Bech stjórnaði. Millum serstøku gestirnar var Amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, sum var almennur gestur í  Føroyum um Ólavsøkuna. 

FULLSETT DÓMKIRKJA
Dómkirkjan var fullsett, sum altið á Ólavsøku, tá Derhard steig upp á prædikustólin at halda sína fyrstu Ólavsøkuprædiku. Teksturin var tikin úr Jóhannesar evangelii kapitul 12 og ørndini 24 – 26, har Jóhannes ápostul siterar Jesus, tá hann segði: “Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, verður bert hitt eina kornið, men doyr tað, ber tað nógvan ávøkst!”

HVEITIKORNIÐ MÁ DOYGGJA
Evni í Ólavsøkuprædikuni í ár var Felagsskapur og strongd. Derhard tosaði um týdningin í tí andaliga og sosiala felagsskapinum menniskjur ímillum, men skal talan vera um sannan felagsskap, sum gevur okkum sjálvum og næsta okkara nakað, so merkir tað, at ein má ofra nakað av sær sjálvum, t.v.s., at ein má lata sítt egna hveitikorn fella í jørðina og doyggja. 

STRONGD Í FØROYUM
Derhard nevndi, at kanningar vísa, at strongd er ein veruleiki millum føroyingar. Kristiliga tíðindasendingin skilti niðurstøðuna í Ólavsøkuprædikuni soleiðis, at um tað einstaka menniskja gevur av sær sjálvum tíð og orku til frama fyri sosiala og andaliga felagsskapin, vil hetta løna seg ríkiliga aftur við lívskvaliteti bæði hjá einum sjálvum og eins medmenniskjum. 

So er at vóna, at løgtingsfólkini, sum sótu í Dómkirkjuni Ólavsøkudag, fara at hugsa um hvat tey kunnu gera til tess at minka um strongdina millum føroyingar!