- Óheftnið hjá Búskaparráði, Landsbanka og Váðaráði hvørvur

Búskaparráðið ávarar í hoyringarskrivi um ætlaðu broytingarnar av Búskaparráðnum og Landsbankanum
Búskaparráðið 16.02.2021 Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Hoyringarsvar: Mál nr. 20/00026 og 21/00027 frá 3. februar 2021 - viðmerking frá Búskaparráðnum um lógaruppskot um Landsbanka Føroya og Búskaparráðið

Niðanfyri er linkur til hoyringsskrivið hjá Fróðskaparsetrinum:

Óheftni
Tá Landsbankin varð endurstovnaður í 2016, bygdu fyrireikingarnar nógv á arbeiðið í ES at styrkja eftirlitið og ráðgevingina um fíggjar- og búskaparviðurskifti (1).

Váðaráðið varð eitt úrslit av hesum fyrireikingum, men eisini sjálvstøðið og robustleikin í óheftni við stórum valdi til at fíggja raksturin og hátturin at velja nevnd og
skipan av landsbankanum annars, vórðu úrslit av hesum fyrireikingum.

Búskaparráðið hevur ta fatan, at hesi viðurskifti eiga at varðveitast.

Sambært løgtingslóg nr. 139 frá 20. desember 2012 um Búskaparráðið, skal Búskaparráðið koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskapin.

Somuleiðis er Landsbanki Føroya sambært løgtingslóg nr. 116 frá 24. november 2016 ein sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.

Búskaparráðið metir ikki Landsbanka Føroya ella Búskaparráðið eftir hesum broytingaruppskoti kunna virka óheft av politisku skipanini, um Landsbankin verður ein almennur stovnur við rakstrarjátttan á fíggjarlógini, og um nevndin verður beinleiðis tilnevnd av landsstýrismanninum.

Somuleiðis kann Føroya Váðaráð, ið hoyrir undir Landsbanka Føroya við landsbankastjóranum sum formanni, við hesi lógarbroyting heldur ikki longur metast at vera óheftur myndugleiki.(2)

Fakligir førleikar
Í verandi lóggávu er krav um, at limirnir í Búskaparráðnum skulu hava kandidatútbúgving í búskaparfrøði.

Í nýggja lógaruppskotinum er kravið um útbúgving innan búskaparfrøði strikað. Búskaparráðið er av tí fatan, at bæði Búskaparráð og landsbankanevnd eiga at vera mannað av limum, ið hava fakligar førleikar til at røkja uppgávurnar hjá ávikavist Búskaparráði og landsbankanevnd.

Hava valdu nevndarlimirnir ikki neyðuga fakliga bakgrund, er vandi fyri, at sparringin millum nevnd og stjórn í Landsbankanum fylgir øðrum, enn fakligum kriterium, t.d. politiskum.

Landsbankin og Búskaparráðið eru stovnar, sum eru ymiskir á ein týðandi hátt.

Í Landsbankanum hevur nevndin í stóran mun strategiska og fíggjarliga ábyrgd, meðan stjórnin hevur dagligu og fakligu ábyrgdina og umboðar Landsbankan úteftir.

Sparringin millum nevnd og stjórn er týðandi faktorur í at menna Landsbankan.

Í Búskaparráðnum gera ráðslimirnir týðandi part av konjunkturmetingunum, og ráðsformaðurin umboðar ráðið úteftir.

Tað er tí ikki skilagott, at somu persónar sita í bæði nevnd Landsbankans og í Búskaparráðnum. Tað kann oyðileggja báðar stovnarnar.

Hinvegin kann tað virka væl, um landsbankanevnd og Búskaparráð ikki eru samanfallandi, tí tey hava hvør sína uppgávu. 

Ov lítil fíggjarorka
Búskaparráðið veitir, sum nú er, óhefta búskaparligari ráðgeving og framleiðir tvær árligar konjunkturfrágreiðingar, ið eru týdningarmiklar fyri arbeiðið hjá landsstýri og løgtingi við játtanarkørmum um várið og fíggjarlóg um heystið.

Búskaparráðið kann harafturat koma við temafrágreiðingum.

Av temafrágreiðingum, sum Búskaparráðið hevur gjørt, kunnu millum annað frágreiðingarnar um langtíðar fíggjarliga haldførið og tilfeingisrentu nevnast sum dømir.

Arbeiðsumstøðurnar hjá Búskaparráðnum hava ikki verið nøktandi í seinastuni. Tað er ov lítil fíggjarorka løgd í skrivstovuna.

Landsbankin og Búskaparráðið kunnu styrkja hvørt annað, um skrivstova Búskaparráðsins liggur í Landsbankanum sum sjálvstøðugt arbeiðsøki, men einans um nóg nógv arbeiðsorka verður løgd í arbeiðsøkið.

Búskaparráðið er eisini nógv bundið at samstarvi við Hagstovu Føroya. Ein fíggjarlig styrking av arbeiðinum hjá Hagstovuni við búskaparhagtølum hevði styrkt alt arbeiðið við at gera metingar um búskapin.

Búskaparráðið ger vart við, at arbeiðið hjá Búskaparráðnum, umframt teir 3 limirnar, í minsta lagið krevur 2 skrivarar fulla tíð og keyp av tænastum frá Hagstovu Føroya til

framleiðslu av frágreiðingum um konjunkturar og útlit tvær ferðir árliga. 

BÚSKAPARRÁÐIÐ

1) 1 Millum annað ESRB/2011/3, Udtalelser, Det Eurpæiske udvalg for systemiske risicis henstilling af 22. december 2011 om de nationale myndigheders makroprudentielle mandat frá 14.2.2012.

2) Sí ESRB/2011/3 (fótnota 1), pkt. 12 og Avsnit 1, Henstilling E – Uafhængighed, pkt. 1.

Linkur til hoyringsskrivið hjá Fróðskaparsetur Føroya:

- Fakkunnleikin viknar og óheftnið hvørvur - Setur