Oddagrein: Vísundaliga staðfest
Handan veljarakanningin er prógv fyri, at teir sokallaðu sjálvstýrisflokkarnir eiga at stúra, tí veruleikin er tann, at nógv størsti møguleikin er fyri, at teir ivandi sjálvstýrisveljararnir her hava ein søguligan møguleika, at taka eina uppgerð við danir, og sínar gomlu flokkar, sum onki hava fingið av skafti uttan biddaragongdina niður í danska ríkiskassan.
Zakarias er fyribils tann, sum hevur fingið størstu framgongdina frá seinastu veljarakanning, og við sínum 1,8 prosentum av veljarunum, kann hugsast at reisa hesir seg úr sofuni, so kløkkar Zakarias Wang, alt og øll, og kann enda inni í fólkatinginum.
Tjóðveldis- og javnaðarmetingin í útvarpinum av avrikinum hjá Zakariasi Wang í sjónvarpinum, mundi hava lítið trúvirði millum tey, sum tímdu at lurta. Teir kláraðu ikki at tosað Zakarias undir gólvið, men í staðin fóru teir sjálvir í skammikrókin, aftaná at hava tryggja uttanflokkamanninum í minsta lagið 400 atkvøður.
Teir ræddust mannin við teimum røttu meiningunum. Men av berari frustratión, hildu báðir tó fast við, at Wang´urin tosaði í móti betri vitan, tó at veruleikin var tann, at hinir sokallaðu sjálvstýrisflokkarir noktaðu at bakka, og lata uttanflokkalistan einsamallan fara á mál.
Hvørgin teirra ella ongin í øllum valstríðnum, hevur enn verið førur fyri at afturvísa, at sambandssáttmálin enn er galdandi. Tá ið Zakarias hevði stilla upp, komu hinir flokkarnir krop á kroppi, at stilla upp í móti honum, fult í tráð við tey donsku ynskini.
Men hetta vóru treytirnar fyri at fáa stuðul úr Danska ríkiskassanum, og tað vildu allir hava - allir uttan uttanflokkamaðurin!
Tann einasti, sum í eftirmetingini, virkaði sakligur, var verturin í Kringvarpinum, John Brian Hvidtfeldt. Hansara brot úr andglettinum settu viðurskiftini í perspektiv, sum hvørki javnaðarflokkurin ella tjóðveldisflokkurin kláraðu at afturvísa við trúvirði.
Prógvið uppá, at Danmark og Grønland ikki eru partar av Danmarkar ríki, sigur Zakarias Wang, vera, at hesi bæði londini eru nevnd at hava rætt til hvør sítt fólkatingsumboð.
Vóru Danmark og Grønland, sum partar av Danmarkar ríki, so vildi tað ikki verið neyðugt at nevnt positivt í Grundlógini. Tá vildu Føroyar og Grønland komið í somu pulju, sum t.d. Bornholm, Jylland og hinir landspartarnir, sum jú altíð hava verið integreraðir partar av Danmarkar ríki, meðan Føroyar og Grønland ikki eru tað, og ongantíð heldur hava verið tað.
Vísindaliga er hetta at meta sum staðfest. Lesið eisini greining inni í blaðnum.