Oddagrein: Verður dømingin eitt fordømi
Her sitið eg fongslaður fyri avdúkingina við fiktivum eginpeningi í áttatiárunum í sokallaðu Global- og skipagøluni, sum ikki var annað enn sannleikin, og so sat eg eisini fyri at endurgeva aðrar persónar.
Tað vóru tíðir, tá Einglapressan válkaði sær í dóminum. Sjálvt um víst var til Jens Oluf Jersild, journalist og grønjakkadómin, so var eingin bøn. Alt bar til, tí Einglapressan valdi at lata eyguni aftur.
Bastardurin í føroysku pressuni kundi ofrast, sýntist kongstankin aftanfyri tøgnina. Nú rópa tey sjálvi neyðarróp.
Nú vilja tey sjálvi sleppa undan rimadansinum, og rópa uppá, at tey hava bara endurtikið frá Portalinum.
Løgin verja í rættinum: Blaðstjóri endurtekur skuldsetingarnar aftur og aftur, og er samstundis ávaraður av dómaranum um, at hann umrøður viðurskiftir, har hann hevur tagnarskyldu.
Men hann prógvar ikki, at svik er framt.
Portalurin við gomlum Dimmufólkum er í ókritisku pappageykarolluni, tó at talan er um tað reina vollapykk.
Skiljandi, at Dimman fór dundrandi á heysin.
Tey hava átikið sær Jesus-rolluna um, at: Eg eri vegurin, sannleikin og lívið.
Tað kann sostatt ikki enda annarleiðis. Tey eiga at koyra útav fjallinum.
Hesir journalistarnir og fakfeløg teirra hava valt at tagt, tá tað hevur hegla omanyvir blaðstjóran á Oyggjatíðindum við fongsuls- og øðrum dómum.
Verður dømingin av Dan Klein fordømi, nú dómur fellur móti tíðindafólkunum hjá Portal og Kringvarpinum, varð spurt á Facebook ?
Sera áhugaverdur spurningur. Dómur fellur mikudagin!