Oddagrein: Úr spælirúminum
Í gjár kom Rødgaard, fram á stokkin við einari grein um flatskatt, og Jørgen Niclasen. Hann er bersøgin, ágangandi, og sýnist at lúka treytirnar fyri at koma niður í leypin við ærumeiðingum, sum annars longu er hvølvdur út á gólv í rættinum.
Flatskatturin sýnist ikki at hava so nógva undirtøku, men hann verður helst eisini bara nevndur fyri at hava okkurt annað enn tað, hann veruliga vil eftir í viðmerkingini. Nevniliga flakamaskinan, og tollmálið.
Rødgaard nýtir orðalagið stuldur, og tollsvik, og tað er at taka munnin rættiliga fullan:
Væl skrivað viðmerking, men vit mugu minna á, at táverandi leiðsla á Fiskavirking ongantíð brúkti orðið stuldur um maskinuna, sum Jørgen nýtti.
Táverandi stjórin á Fiskavirking, varð eisini spurdur um hann ikki fór at melda tilburðin til løgregluna, men stjórin noktaði fyri at nøkur orsøk var fyri at melda. Tað er áhugavert við atliti til tekstin hjá Rødgaard.
Tað er eisini áhugavert, at ongin enn hevur lagt prógv á borðið fyri, at Jørgen Niclasen, hevur svikað í tolli, men kanska er Rødgaard, maðurin, ið kann prógva tann pástandin, tí hann førir fram, at orsøkin til stevningina hjá Jørgen er fyri at vinna sær tíð.
- Kann ikki Rødgaard spara okkum øll fyri stóra spenningin, og leggja prógvini fram, síðani hann sýnist at vita okkurt, sum ongin annar veit?!
Og vit eftirlýsa onnur meira uppløgd mál: Hví skrivar Rødgaard ikki eisini um ta ferðina, ein framherji hjá Javnaðarflokkinum, fekk Helenu Dam á Neystabø, táverandi landsstýrismanni, at sekkja ein skúlastjóra fyri at steðga einari sera pínligari kanning, og sendi rokningina uppá 3,5 milliónir til landskassan at gjalda?!
Tað kann í hvussu so er prógvast, djúpt, inniliga, og enntá eisini framman- og aftanífrá.
Og nú sigur blaðstjórin á Norðlýsinum eisini, at tað hevur ongantíð verið meira átrokandi enn júst nú, at vera lokalur:
Blaðstjórin á Norðlýsinum minnir um barnið, sum vil innaftur í mammu sína, tí tað er føtt alt ov seint, og hoyrir heima onkuntíð í 1800´talinum. Vóni at Olivur finnur heim í øllum góðum. 100 ár uttan at vita hvørjari øld hann er endaður í, man vera ov nógv av tí góða fyri tey flestu. Og so er ikki meira úr spælirúminum hesaferð... Gott nýggjár.