Oddagrein: Úr kramarhúsinum



Í veruleikanum ein løgin vika við so nógvum paradoksum, at vit langt síðani hava mist tey flestu úr eygsjón.



Vit hava upplivað, at løgmaður sendir út tíðindaskriv um, at hann fylti fimti, og gjørdist yvirskrift í Kringvarpinum.
Løgmaður gjørdist eisini yvirskrift í Kringvarpinum, tá hann boðaði frá, at hann fór at taka fiskiloyvi frá garnaskipinum Anitu.



Samstundis gjørdi Kaj Leo, løgmaður, greitt, at hann mátti halda fyrisitingarlógina, og tí hevði hann givið reiðaranum eina freist at koma við hoyringsskrivi, men brýtur fyrisitingarlógina við at geva eina alt ov stutta freist.
Harnæst brýtur maðurin lógina um fyrisiting, tá hann sigur, at sjálvt um hann fær hoyringsskriv, so missir skipið kortini sítt fiskiloyvi.



Hvør tað er, sum stýrir- ella ráðgevur løgmanni, er ikki gott at vita, men tað er snøgt sagt onki skil í tí hann úttalar seg um, og hann hevur eini sjáldsom evnir at róta seg inn í eina gølu fyri og aðra eftir.



Hesa vikuna hevur Kári P. Højgaard, verið avhoyrdur. At løgtingið setir ein kanningarstjóra at kanna arbeiði hjá hesum fyrrverandi landsstýrismanni, er eisini eitt paradoks, tí sama løgting hevur við 25 atkvøðum, givið manninum fulla heimild at arbeiða við tunnilsmálinum.



Kári P. Højgaard, hevur, sum hann hevur rætt til, valt sær sín egna teskara, og tað gjørdist eisini seansuna sera prosakenda, tá hann boraði seg inn í journalistisku evnini hjá Sosialinum, sum hevði grein frá fólkafloksfundi, sum als ongan týdning kundi hava fyri støðuna, uttan kanska, sum býttasta viðmerking.



Skulu vit taka samanum støðuna hjá teimum báðum, Kára Post og løgmanni, so kunnu vit siga, at fyrrverandi landsstýrismaðurin, er tann, sum er frægastur fyri, men sum leikfólk, ikki hvassasti knívurin í skuffuni.



Hann segði, at hann var bundin av løgfrøðisligari ráðgeving, og hann hevði gjørt alt eftir bókini, men so kom dagurin tá løgmaðurin tók ræði av honum. Kortini skrivaði hann undir CIP-avtaluna um millióna endurgjaldi, og bant seg til svansi hjá løgmanni, tá hansara egni ráðgevi, átti at frárátt honum at gera hetta.



Løgmaður hevði ikki heldur heimild at taka málið úr hondunum hjá landsstýrismanninum, men hann kundi, um hann metti, at Kári P. Højgaard, ikki røkti sítt starv til lýtar, koyra hann úr starvinum; men tað gjørdi løgmaður ikki.

Samanumtikið kunnu vit siga, at sjálvt um Kári P. Højgaard, ikki var serliga elegantur - t.d. við “fólkafloksfundinum”, og tvætlinum um LV, sum bara vísti hansara egnu manglandi evnir at leiða, so kom hann væl frá sínum parti, tí hann hevði stuðul úr landsstýrinum, og úr løgtinginum.



Løgmaður dumpaði, men hví var hansara løgfrøðisligi ráðgevi í Tinganesi, ikki avhoyrdur?


-----------



Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.



Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……


oyggjat@olivant.fo



------



PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...



------