Oddagrein: Úr kramarhúsinum

Lat okkum fyrst staðfesta, at heimurin er ikki tað, hann einaferð var. Herfyri var fyrrverandi forsetin í USA, Jimmy Carter, frammi í heimspressuni, og segði, at Amerika ikki longur kundi metast at vera eitt fólkaræði.


Sera áhugavert og beinrakið úttalilsi, tí tað hevur veruliga eydnast teimum svørtu á høgraveinginum, at trýsta hugsjónarliga støði hjá vinstraflokkunum, sum nú fullkomiliga hava slept teimum sjúku, veiku, og hjálparleysu, og hava fingið sær akademisku stættina at elska.


Vit kunnu siga, at tað nú er trongligt á høgraveinginum, at fólkaflokkurin má føla seg útspældan í føroyskum politikki av bæði javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, og meðan hendan syrgisøgan fer fram, eru danir farnir at tosa um, at ríkisfelagsskapurin er í vanda:


- Tað er vandi fyri, at føroyingar fara úr ríkisfelagsskapinum og taka loysing, skrivaði in.fo frá einum professara í samband við kreppuna um makrelin og sildina. Harra Gud, hvat skulu føroyingar so gera? Ongin er til reiðar at taka loysingina, og fullveldisflokkarnir hava samstarva við heimastýrismafiuni. Skal nakað henda, so skal onki henda, hevur parollurin verið, líka síðani Erlendur Patursson, doyði.


Og sum tað varð sagt so rámandi um dagarnar: Løgmaður er tann frægasti fullveldismaðurin, føroyingar eiga. Skulu vit kanska yvirtaka eina rættarskipan, sum ongin trýr uppá, og sum ikki vil virða, at lógin er líka galdandi fyri øll, ella eina løgreglu, sum onki fantilsi er á?


Akademikarar hava um allan heimin gjørt innrás í almennar umsitingar. Bara í Føroyum hevur hendan stættin etið pensjónina upp hjá teimum gomlu, og nú er hetta svanga fólkaslag eisini í holt við røktina, so tað sær svart út.


Eitt er hvat hendir í USA, men tað sama hendir eisini í Europa, tí her eru londini í holt við at niðurlaga vælferðarsamfelagið fyri at geva pláss fyri fleiri akademikarum, sum bæði skulu hava høgar lønir og høgar pensjónir.


Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt serliga høgraflokkar gabba um, at almenna umsitingin er alt ov stór, og at umsitingin eigur at minka, og hvussu oftani hava vit ikki upplivað, at umsitingin gerst bara størri og størri, og at tað er líka mikið hvørjir flokkar sita í samgongu?


Tað eru altíð tey veiku, sum missa, og eingin munur er nú á hugsjónarliga støðinum hjá flokkunum, sum nú allir liggja langt til høgru.


Og tá tað kemur til at verja bukkar, lógarbrot, og kanska tað, sum verri er, sleppa myndugleikarnir øllum, og fara í verjustøðu. Hetta má halda uppat!


Vit fara annars úr kramarhúsinum, at ynskja øllum eitt framhaldandi gott summar og eina góða Ólavsøku.


----


Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.


Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……


oyggjat@olivant.fo


------


PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...