Oddagrein: Úr Bollafabrikkini
So tordi ein at hyggja upp úr rúgvuni í Klaksvík, og rópa út á geilar, at tað er nógv dýrari at búgva í Klaksvík enn í Havn.
Hetta var býráðslimurin, Eyðstein Poulsen, sum beinanvegin fær eina lortaspann omanyvir seg av Steinbjørn O. Jacobsen, ið sigur, at Eyðstein, drítur í egið reiður:
“Nú ert tú ússaligur, Steinbjørn. Grundgev heldur í teimum tølunum, Eyðstein Poulsen, býráðslimur leggur til grund fyri staðfesting hansara av, at tað er dýrari at búgva í Klaksvík enn í Havnini.
Tað vildi klætt tær betri enn at spilla mannin út.
Eyðstein ger bara tað, sum hann er valdur til. Høvdu allir býráðslimir gjørt tað sama í Klaksvík, so var helst betur statt. Hav annars ein góðan dag í reiðrinum.”
Og so var tað 70 ára dagurin fyri Auschwitz, og tað gav blaðnum møguleika at koma við hesari viðmerkingini:
Nei, vit skulu ikki gloyma jødadrápini í Auschwitz:
- Stalin drap bæði sínar egnu og aðrar borgara. Tað er einki nýtt. Russar endaðu eisini í týningarlegunum hjá nazistunum, og russarar vóru teir, sum vóru fyrstir at opna portrini í Auschwitz, og Putin skal ikki sleppa at vera við til at hátíðarhalda 70 ára dagin.
Hetta er at biðja um at halda heimin fastan í, at ræðuleikarnir eiga at halda fram. Tað er í hvussu so er ikki serliga semjusøkjandi, at vesturheimurin tekur patent uppá moralin.
Hví gloymir vesturheimurin sigøjarnar, tey svøku, littu, sjúku børnini, homoseksuellu, sum doyðu bara tí tey høvdu annan lit, aðra hugsan, annan seksualitet, høvdu bara ein arm, og eitt bein, høvdu ov stór oyrur, ov lítla nøs, og langar fingrar.
Hví heldur vesturheimurin uppá, at tað bara vóru jødar, ið nazistarnir drópu. Hví skulu øll hini gloymast og goymast burtur. Hvat við teirra familjum, hví skulu summi vera meira enn onnur, sjálvt í deyðanum?
Nei, vit skullu ikki gloyma jødadrápini í Auschwitz, men vit skulu heldur ikki gloyma øll hini offruni!!!
Og lat okkum her at enda spyrja tekniska stjóran hjá SEV, hvør hevur eftirlit við arbeiði hansara, sum onkur vil vera við virkar babbakent, og hvussu hevur hann tað við viðlíkahaldinum?!
Ikki er meira at frætta úr Bollafabrikkjuni hesaferð, men fylgi við; okkurt spennandi kemur helst seinni.