Í morgun ruddaðu tey í Kringvarpinum allar kalendara-lúkur, tí nú galt tað umrøðuna av Dimmu-ommuni, sum allir føroyingar skuldu tvangsinnleggjast at lurta eftir, sum annars enn týma slíkt vrøvl av interrósi.
Omman var aftur komin undan vaðingini, men av tí, sum longu er komið fram, ætlar hon at vera sum fólk flest kenna hana. Lat okkum vóna, at tað ikki verður so grefligt kortini.
Ta einum løtuna var Dimman til spanking, sex aftanífrá, og viðhvørt frammanífra, og so var hon eisini til parlag og hjúnarlag millum fólk av sama kyni.
Tað ljóðar øgiliga humant, men tað var ov beiskt fyri Bíbliubeltið í Eysturoynni, sum byrjaði at skrikkja seg leys av Dimmu, sum misti fleiri hundrað haldarar dagliga. Tað gjørdist heilt galið tá sexulogurin kom við píski, dildo og øðrum hjálpitólum til kvinnuna og mannin.
Hvussu nógv av tí gamla, fólk fáa at smakka, er ikki gott at vita, men í morgun hendi unduri:
Gamla Dimman varð móttikin av gomlum Dimmufólkum í Kringvarpinum. So ikki bara Poul Hansen, er backUp. Í kvøld kemur SvF at stuðla.
Ongin leysasøluprísur varð nevndur í undirhaldinum, men mundi tað vera kr. 40 pr. stk., ið einaferð varð nevnt, ella verður prísurin 35 krónur.
Lurtararnir hjá Kringvarpinum fingu at vita í morgun, at blaðið næstan hevði skrivað 50 síður, men nevndi ikki, at hetta varð skrivað av átta fólkum, síðani august mánaða - í meira enn tríggjar mánaðir.
Tað var onkur sum helt á Facebook, at tað var ov tíðliga at ummæla hetta gamla blað, men veruleikin er:
Teir hava longu sagt hvat teir vilja, og tey flestu vita hvat teir meina. Og haraftrat kunnu vit viðmerkja, at vit saktans kunna ummæla við hasi vitanini, tá Einglarnir ummæla Oyggjatíðindi uttan at kenna innihaldið.
Innihaldsliga er tað góða gamla Dimma, stór í vavi, men lítið annað enn reyp um stórleika og klókskap.Dygdin fær tveir heimabakaðar Napoleonshattar frá Waterloo.
-----------
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……