Oddagrein: Totaliterir veruleikar
Zakarias Wang, hevur skrivað eina sea áhugaverda grein sum lýsir støðuna millum Danmark og Føroyar á síðu 9:
Tann skipan, sum Rian og Melstad so dramatiskt lýsa vera galdandi í Noreg í totaliteru tíðini fyri 1814, helt fram her hjá okkum hóast sáttmáli okkara við Danmørk segði at ríkini vóru javningar. Vit fingu ikki sum danir høvi til at skipa okkara egnu viðurskifti. Hetta hendi hvørki í 1849 ella seinni, og tí er at ynskja at fleiri føroyingar fara at royna at skilja okkara norsku fortíð, tí tað sum teir gjørdu í 1814 er lykilin til loysn av teimum vandamálum, sum vit framvegis hava at striðast við í nútíðini.
Sum Zakarias ber uppundir, so eru Føroyar enn stýrdar, sum í totaliteru tíðini fyri 1814.
Vit kunnu bara taka okkara egnu støðu, har blaðið hevur verið undir sensuri í fleiri ártíggir, og at advokatar, hava stevnt og fingið dóm yvir blaðstjóran, sum ongantíð enn hevur følt seg hava fingið tey rættindir, sum ST sáttmálin annars skuldi tryggja pressuni.
Næstan hvørjaferð ein stevning er borin blaðstjóranum, so skuldi blaðstjórin dømast fyri úttalilsir hjá øðrum navngivnum persónum. Fleiri dómar lýsa hesa støðuna.
Men í seinastuni eru tey eisini farin at falsa skjøl, ella taka skjøl úr sakunum frá einum rætti til ein annan, fyri at forða einhvørjum møguleika fyri verju.
Fyri nøkrum árum síðani stevndu tveir lærarar fyri grein í blaðnum um eina kanning. Báðir lærararnir fingu fría rættargongd, meðan blaðstjórin skuldi onga verju hava, hóast so illa fyri, at tað bar ikki til at fáa eina líkinda verju.
Tá so dómarin noktaði blaðnum at føra vitnir, tí lærarnir høvdu borið so í bandi, at ein skúlastjóri skuldi koyrast frá, og at landskassin skuldi betala 3,5 milliónir fyri hetta, so lærararnir sluppu undan kanningini hjá stjóranum, bar av, og pressan tagdi.
Málið skuldi ikki lýsast avgjørdi dómarin, sum hjálpti advokatinum, sum annars var hjálparleysur. uppaftur grovari var tað, at tá landsrætturin fekk málið, var skjali við pástandinum fyri stevningina tikið burturúr, og tann advokaturin, sum blaðstjórin fekk útpeikaðan, vildi ikki krevja hetta innaftur, og tí var hann eisini mótpartur, men tað hevur helst verið treytin fyri at sleppa at virka innanfyri hesa sjúku rættarskipan, sum vit eisini fara at lýsa við atliti til totaliterar skipanir.
Tað er ikki fyrstu ferð, at blaðstjórar hava staðið fyri skotum í Føroyum!