Tá komu ryggklapparnir hjá banka-syndikatinum, og fram í rásum, Facebook og aðrastaðir, og vildu tala prísin av húsunum í Norðasta horni upp við sølu, tó at marknaðarkreftirnar hava sagt, at hesi hús næstan eru hálva millión verri fyri enn hús generelt eru í Havn.
Hvat gongur fyri seg í Føroyum?
Tað er alment kent, at marknaðurin hevur avgjørt, at bílig hús kunnu keypast í Norðasta Horni!!
Og so sótu tey aftur á vaglinum í hasi trongu ostalokkuni í kjakinum í Degi & Viku, og reypaðu um fólkaræði og talufrælsi, næstan somu fólk, sum noktaðu Hans Birgir Hansen, mikrofonina á almennum valfundi fyri nøkrum árum síðani, og umbóru ágangin aftaná, men hava so bara líka síðani gjørt júst tað sama.
Forða øðrum at koma til orðana. Fólkaræði og pressufrælsi er bara ikki teirra sterka síða, og tað vita føroyingar.
Einglarnir hava til allar tíðir meiðsla í stein sína egnu skomm, sum tey útstillaðu í kjakinum. Øll minnast larmandi tøgnina frá Einglunum og sokallaðu politisku frælsisflokkunum, tá føroyskur journalistur bleiv dømdur í fongsul fyri úttalilsini hjá øðrum navngivnum persóni.
Og hvat segði Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, tá landsstýrismaður hevði raserað blaðredaktiónina hjá Oyggjatíðindum:
“Blaðið kundi bara latið vera at avdúka mannin fyri neyðtøku”.
Allir Einglarnir tóku undir við larmandi tøgnini hjá Eiriki. Og tey tosa enn um talu- og skrivifrælsi. Spýggiligt...
At vit onga almenna pressu hava, vísa tema-greinarnar í blaðnum í dag. í veruleikanum óhugnaligur lesnaður, og tann eina greinin um nýggju nevndina í Fíggingargrunninum vísir uppaftur betur, at vit eru ikki komin víðari síðani áttatiárini, og tað verður bara verri, og verri.
Vit ynskja, at politiskur meiriluti klárar at gera upp við hesa korruptiónina. Tíðin er komin.