Fyri tíð síðani var rættiliga hvassur tíðindaflutningur í Danmark, tá tað kom fram, at eitt felag í Onglandi, sum umboðaði kinesisk áhugamál, arbeiddi við ætlanum um at slóða fyri einum heri av kinesarum, at grava eftir málmi.
Tað, sum fekk sinnini í kók var, at hendan asiatiska arbeiðsmegin meira ella minni skuldi hava lønina heimanífrá, sum liggur sera langt frá minstulønini í okkara parti av heiminum. Med forvented fagst, fóru fimti fólk við løgmanni og Vinnuhúsinum á odda til Grønlands í vikuni, at taka lut í kinesiska ævintýrinum.
Sjálvandi varð ferðin ballað inn í Arktis, men paradoksið er bara, at kinesararnir ikki endaliga hava avgjørt um teir í heila tikið fara til Grønlands, at gera íløgur. Av tí sama virkar hesin túrurin úr Føroyum eitt sindur skít-býttur.
Meðan føroyingar ikki hava stórt annað, at koma aftur við úr Grønlandi, enn syfilis og timburmenn, hava íslendingar, sum fyrsta land í Europa, verið í Kina og gjørt eina samhandilsavtalu við kinesarar. Íslendingar hava eisini altíð dugað at fóta sær vinnuliga.
Her skulu vit tó leggja merki til, at kinesarar hava havt áhuga í íslandi, langt áðrenn teir vóru settir í samband við Grønland, og grønlendskan málmgrevstur. Vit minnast, at kinesisk áhugamál høvdu ætlanir um at keypa stórt íslendskt landaøki, men at íslendingar havnaðu hesum tilboði. Síðani var tosað um, at kinesarar kundu leiga jørðina.
Men sum fráleið dovnaði tíðindini um kinesarnar í íslandi burtur, men tað er langt frá víst, at áhugin hjá kinesarum fyri íslandi, eisini dovnaði. Tað er nógv sum bendir á, at kinesarar og íslendingar hava arbeitt leingi í tí dulda, sum nú vísti seg at botna í hesi samhandilsavtaluni.
Tá føroyingar renna aftaná kinesarum í Grønlandi, sum als ikki hava bundið seg til nakað sum helst í Grønlandi, meðan íslendingar banka uppá hjá kinesarum og fáa eina samhandilsavtalu, má kunna metast sum ein bummtúrur av teimum fúlu.
Í Føroyum sýnist alt at flóta; fólkaræði er onki, og kriminaliteturin er avmáldur til tey fáu, uttan rættarsókn og dóm, tí lógin er ikki galdandi líka fyri øll.
Í øllum hesum hurlivasanum, kagaði vónin undan, tá tíðindini bórust um, at John Kølbæk, skuldi setast sum nýggjur fúti í Føroyum. Hann er 54 ára gamal, og í viðførinum hevur hann arbeitt við skipaðum kriminaliteti, og hevur hann verið brúktur til upprudding av korruptión, bæði í Grønlandi og í Danmark.
Vit kunnu bara vóna, at tað eisini eydnast nýggja fútanum, at gera upp við korruptónina í Føroyum, so vit aftur kunnu siga, at Føroyar er eitt gott land at liva í, og nú er lógin aftur líka fyri øll í norðuratlantshavinum.
Tað er tað einasta, sum kann fáa samstarvið millum ríkispartarnar at virka. Í Føroyum er annars bara heimastýris-mafian eydnurík uppá at kúga onnur, men tað gongur sjálvdni ikki í longdini.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...