Herfyri byrjaðu tíðindir at ganga um, at Fólkaflokkurin hevur ikki keypt Vágaportalin.
Í fleiri dagar høvdu hesar slatrisøgur gingið, at Fólkaflokkurin hevði keypt Vágaportalin. Søgan verður borin av “infoportalinum”, men, sum vit hava skilt, at Olivant, hevur borðreitt við, og er ætlað, sum skemt.
Tíverri er hetta skemt so vánaligt, at ongin skilir hvat ætlanin er við portalinum.
Ólavur í Beiti, hevur selt Vágaportalin til Gunnar Skúvadal, og søgurnar um, at Fólkaflokkin, skal hava keypt portalin frá Gunnari, er sostatt eitt úrslit av vánaligum skemti.
Vit á Oyggjatíðindum, hava tikið avrit av vánaliga skemtinum, so fólk kunnu fáa staðfest, at hetta hevur onki við sannleikan at gera.
Men tað eigur at verða sett krøv til skemt, eins og krøv verða sett til vanligan tíðindaflutning, tí annars verður vanligur tíðindaflutningur tikin, sum skemt, og skemt tikið, sum álvari, og tað líkist svartasta ongum.
Men tað hendir tá vánaligt skemt gerst sannleiki...
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi.
Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...