Oddagrein: Tá lygnin fær bein undir búkin

Í Føroyum renna veiku almennu miðlarnir ørindir fyri maktina. Tað hevur Oyggjatíðindi víst fleiri dømir um – t.d. í samband við Pidda-gøluna. Hesir somu miðlarnir vita, at talan er um justitsmorð, men tora ella vilja ikki, at seta spurnartekin.


Í vikuni fóru søgur at ganga um ein kommunustýrislim í Eysturoynni, sum vit ikki vilja nevna, men taka tað upp her fyri at vísa hvussu fríar ræsur ein útspilling kann hava, tá ið hatur til persónar rættiliga fær pláss.


Talan var um eitt mál, sum ein av hesum humaniteru felagsskapunum við nevnd, hevði fingið upplýsingar um. Felagsskapurin sendir fólk at kanna málið, og tað vísir seg ikki at hava nakað uppá seg. Málið var kanna, og umboði fyri felagsskapin lovar, at har hendi ikki meira.


Men tann, sum sendir boðskapin út, vil ikki góðtaka støðuna, og hevur, skal tað vísa seg, kenningar inni í humantera felagsskapinum. Og her verður málið viðgjørt í nevnd, og verður tá knappliga mett so álvarsamt, at løgreglan má koma uppí.


Og so hevur útspillarin ein góðan trumf. Hvat kann skaða meira enn at løgreglan møtir væl mannað í einari bygd, har øll kenna øll. Og so snýrt máli seg um ein fólkavaldan, sum er klæddur nakin, og eingin gáar um, at talan er um eina lygn.


Fyri at sleppa undan at fáa løgregluna bóltandi til bygdina, og fyri at verja børnini, valdi kommunustýrislimurin at sleppa sær av við trupulleikan. Bara ein miðil valdi at nevna hendingina, men tað skal sigast, at hesin miðilin hevur livað av bygda- og øðrum klandri, og slíkt hevur eisini lesarar, men hendan ”gølan” hekk tó ikki leingi á snórinum.


Tað eru aðrar fasettur til hesa hending, sum vit tó vilja lata liggja, men vit vísa á hetta, tí í Føroyum er hetta ein stórur trupulleiki.


Barnaverndir hava í fleiri ár verið brúktar og misbrúktar, at forfylgja fólki. Ikki so fáar av hesum gølunum hava verið lýstar her í blaðnum fyri at avdúka hesi svikini, men tó at tað hevur muna, so hevur tað ikki altíð eydnast at steðga hesum forfylgingunum, tí kennskapurin inn í hesar vitalu nevndir er so tungur, og hevndarhugurin haraftrat stórur og beiskur.


Hetta hevur eisini fingið fleiri at rýma av landinum. Men stóri vandin liggur í slíkum tá pressan velir at spæla við, og tað er ikki so sjáldan og oftast er talan um fanansskap sum verður veruleiki, bara tí onkuir kennir onkran.


Sum ta ferðina ein persónur – enntá í føroysku landsumsitingini, hótti ein borgara við lívinum, og tá borgarin segði seg vilja melda hendingina til løgguna, var svarið. Ja, ger tú bara tað. Har hevur tú ongar vinir. Og løgreglan hevur eisini forfylgt hesum persóninum í áravís.


Slíkt hendir tá lygnin fær bein undir búkin.


----


Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.


Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……


oyggjat@olivant.fo


------


PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...