Ákæruvaldið slær stórt upp í Einglapressuni, at ein maður er dømdur treytaðan dóm fyri at hava gjørt vitni ónaðir.
Tá Oyggjatíðindi í móti sínum vilja er blandað upp í, uttan at vera partur av málinum, vita vit sostatt eisini meira enn tey flestu um bakgrundina fyri hesum revsimálinum, sum fyrst og fremst botnar í, at forða sjónarmiðum, sum stiðja uppundir, at Pidda-málið má koyra umaftur.
Úrslitið av at føra slíka skugga-sak fyri at køva endamálið, er lítið annað enn misnýtsla og forfylging, og hoyrir ongastaðnar heima í einum fólkaræðisligum heimi.
Men tað man eisini vera langt síðani, at Føroyar komu við í tann bólkin av londum, har fólkaræði var okkara skipan. Tað tryggja danir, sum hava tikið sær alt vald í landinum.
Her er ein skipan, sum hevur lagt seg eftir at forfylgja fólki, sum onkusvegna hava lagt seg tvøran í sjúkari skipan, bara fyri at fáa ein sjálvfylgiligan rætt, sum tey eiga. Umrødda morð er eitt dømi um avleiðing.
Eftirtíðin eigur at leggur sær í geyma, at teir myndugleikapersónar, sum hava gjørt alt fyri at forða fyri, at fáa Pidda-gøluna, tikna uppaftur, stórt sæð øll hava verið við til at fella Milan Kolovrat, sum eisini varð dømdur fyri morð, uttan lík, og ongi líkinda prógv, sambært Jóannesi í Dali, sum enntá førdi fram, at ákærin í morðmálinum, flutti skrivligt prógv 24 tímar fyri at fáa Milan at passa inn í tímaplanin.
Eitt annað dømi er sokallaða “dupultsølan”, sum mikudagin kravdi mannalív, tá Bergur Wardum, aftaná langa sjúkralegu, ikki longur orkaði. Í fleiri ártíggir hevur hann verið forfylgdur, dømdur og fordømdur av rættarskipanini, bara fyri at hava rætt.
Hann varð møddur og stressaður til deyðis, tó at øll vistu, at hann var forfylgdur, og aðrar slóðir eru nógvar. Tøgnin rópar, men svar er onki at hoyra. Kempur falla, og samfelagið tigur. Tann, sum ikki er keyptur, torur ikki at tala at.
Poul Michelsen, landsstýrismaður, skrivar í tíðargrein soleiðis: “Danir viðurkenna okkara skyldur, men ikki okkara rættindi”.
Hevði Poul Michelsen, havt dirvi, ella viljan at sæð upprunan til okkara tjóðskap, so vildi tað verið stórt stig á leiðini. Vit vita, at Tjóðveldi liggur á búkinum fyri danska valdinum, sum fekk amnesty, tá pengar komu á borðið.
Vit á Oyggjatíðindum hava nú savnað uppí leypar av dómum, har danir hava framleitt prógv í móti sær sjálvum, fyri at niðurberja minsta neistan til fólkaræði í okkara samfelag. Hetta er okkara arvur, sum vit lata samfelagnum til endaliga uppgerð við eina ónda skipan, ið, sum ónd virus, er komin inn í okkara egnu umsiting, sum tá danski ormurin hevur slept sínum taki, tekur ein annar ormur við.
Oyggjatíðindi fer nú spakuliga at niðurlaga blað-virksemið á netinum, fyri at seta ferð á bókina, ella bøkurnar, sum skulu metast at vera framhald av blaðvirkseminum í skjótt fjøruti ár - ein samandráttur av einum lívi har vit bara hava kravt rættin at virka eftir fólkaræðisligum treytum.
Vit hava eisini havt eitt krav til danir, sum hava tikið sær rættin at umsita okkum, at teir skulu fylgja ST samtyktunum um mannarættindir, men teir seta eina æru í at renna undan ábyrgd, men renna fremstir í heiminum við peikifingrinum eftir øðrum, sum ikki gera tað. Og føroyingar tiga, og lata standa til, meðan danir hava felt og fella deyðadómar um okkara leiðir.
Jú sanniliga hendi nógv, tá danir drógu Golgatá inn í okkara heim...