Í tvær vikur hevur eitt sokallað drápsmál koyrt í Føroya rætti, sum má hava fingið rættarkensluna hjá fólki út at koyra.
Aftaná, at øll vitnir eru avhoyrd, broytir ákæruvaldið ákæruritið í samband við tíðina, tá tey halda, at Piddi skal vera dripin.
Hetta er í sjálvum sær sera óvanligt, og átti at ført til, at málið bleiv víst frá rættinum, ella átti at gingið umaftur.
So mikið at sær komin var verjin í morgun, at hann segði, at var hetta mál kanna í Danmark, so var tað als ikki lagt fyri rættin, tí hetta mál hongur als ikki saman.
Okkara fatan er, at ákæruvaldið veit, at fleiri enn ein persónur, hava verið upp í Piddagøluni, men har royna tey at halda onnur burtur.
Tað er tó himmalrópandi, at ákæruvaldið ikki vil seta navn á DNA´kanningar, tá ið kanningarnar vísa, at onnur enn kroatin eru innblandaði í sakina.
Vit hava víst á DNA á pannuni, sum hildið verður, er drápsvápn, eisini er DNA frá øðrum persóni funnið í jakkakræðanum hjá Kroatanum, sum ákæruvaldið ikki vil hava fram, og heldur ikki á passi ella battaríi frá fartelefonini hjá Pidda.
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum
Keypið blaðið á netinum:
Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html
Teknað hald:
Víst verður m.a. eisini til hesar leinkjur:
http://www.oyggjatidindi.com/news-progvini+hja+akaeruvaldinum+fylladi+sundur_tmiw.htm
http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+smurdi+blod+a+venjingarskogvar.htm
http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+rdquooverkillrdquo.htm
http://www.oyggjatidindi.com/news-akaeruvaldid+svikar+vid+teknisku+progvunum+i+piddagoluni.htm
http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+i+panikki+bleiv+madur+handtikin+i+raettinum.htm
http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+sjonleikurin+aftur+a+pall.htm