Oddagrein: Mist flogið
Í vikuni blivu journalistarnir dømdir, sum sjálvandi skelkaði Einglarnar, men nógv annað hendi hesa vikuna, so vit fara líka til garrvillu sjúkrahúsbyggingina fyrst.
Og vit spyrja:
Hvat “hulens” hendir í hesum samfelagnum!! Vit gera super-skúlar, og nú super-sjúkrahús. Hetta svarar jú bara til pent gávupappír, uttan at hava ráð at keypa gávuna.
Skúlaverkið er pínt og pínist. Sjúkrahúsverkið verður somuleiðis pínt og pínist, og kortini arbeiða vit, sum svøk uppá, at gávupappírið skal vera so vakurt, og sloyfan nakað heilt serlig.
Av hesum kemur so ein gigantisk rokning, og ongir pengar til tey gomlu, veiku, og tey sálarsjúku, hjarta- æðrasjúku, og allar aðrar sjúkur, men vit eiga eina pena gávueskju. Skúlin er so vánaligur, at vit duga ikki at lesa hvønn gávan er til.
“- Her går det godt. Her bor de gale...”
Men lat okkum so koma aftur til teir fýra dømdu journalistarnar, sum nú hava avgjørt at royna málið við Landsrættin.
Men, sum vit skriva aðrastaðir, so er dómurin mildur, men við sera álvarsomum boðskapi. Hann er sera væl grundgivin, og tekurhædd fyri øllum - eisini teimum mannarættindaprinsippum, sum eigur at vera galdandi fyri journalistar.
Blaðstjórin á Oyggjatíðindum hevur ongantíð fingið teir dómarar, sum hava felt dóm, at virt sjónarmiðini um, at journalistar eru vardir av Europeiska mannarættinda dómstólinum.
Men hesir dómarar hava eisini tryggja sær, at ongin verja var, og harvið heldur ongin møguleiki at rópa fólk upp.
Tá vit hugsa um, at hinir miðlarnir ongantíð hava víst áhuga fyri teimum sakum, blaðstjórin er stevndur fyri, virkar tað eitt sindur tollut, at Árni Gregersen, grætur um, at rættarskipanin er ov lítið brúkt, tá hann sjálvur hevur tagt sakir av sera stórum prinsipiellum týdningi burtur.
Hvør einasta sak, sum blaðstjórin á Oyggjatíðindum hevur verið innblandaður uppí, hevur verið sterkari enn tann sakin, hesir miðlar nú eru dømdir fyri.
Fyrimunurin hjá teimum fýra er, at tey ikki eru hataði líka nógv, millum dómarar sum kann vera ein fyrimunur. Men tey hava mist flogið, og boðskapurin er eingin...