Hóast summarferia er, hava vit aftur valt at geva eina útgávu av blaðnum út, sum vit vóna kann hava áhuga í summarhálvuni.
Í nakrar dagar hevur ikki verið so nógv annað at skift orð um í samfelagnum, enn boykotti frá EU, sum so eisini er álvarsamt nokk.
Sum vit skilja støðuna, so hava fjølmiðlarnir, og serliga útlendskir ella danskir fjølmiðlar, koyrt uppá, at føroyingar ikki hava lagt prógv á borðið, og tí stórt sæð ikki hava nakað at handla við.
Hesin retorikkurin hevur enntá verið brúktur av øðrum fólkatingsliminum, Sjúrða Skaale, og vit kunnu ikki lata vera við at fáa fatan av, at hetta verður sagt fyri at hjálpa donsku stjórnini, heldur enn at hava eitt konstruktivt orðaskifti.
Vit vita væl, at EU hevur lobby-fólk at ávirka pressuna, og tað hevur eisini heilt tíðuligt verið gjørt í makrel- og sildastríðnum.
Nakað, sum ikki ger tað lætt heldur er, at EU og Noregi draga eina línu í hesum málinum.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur víst til hagtøl, og onnur prógv, sum ikki skulu viðgerast í pressuni, men, at hetta tilfar verður lagt á borðið á fyrstkomandi fundinum.
Tað hevur verið sagt, at tað er komið heilt óvart á EU og norðmenn, at føroyingar vildu hava størri part av kvotuni, men hetta hevur Kjartan Kristiansen, undanmaðurin í samráðingartoyminum, víst aftur, tí kravið er kent av øllum pørtum síðani 2005.
Eitt annað mál, sum eisini hevur fingið rúmd í pressuni hesar summardagar, er tunnilsloysnin hjá landsstýrismanninum í innlendismálum, og áhugavert er, at Landsstýrismálanevndin hevur kallað hann inn til hoyring fyri at vita hví uppskot hansara er so loyniligt.
Sum skilst, vil samgongan halda fast uppá leistin hjá innlendismálaráðnum, men har er ikki semja, og løgmaður hevur eisini fríggja eftir at fáa undirtøku frá andstøðuni.
Tað er hinvegin onki, sum bendir á, at uppskotið hjá Kára P. Højgaard, fær neyðugu undirtøkuna, men samgongan egnir við, at tengja Sandoyartunnilin til Eysturoyartunnilin.
Í samgonguni er ósemja, og teir báðir Bárður Nielsen, og Bjarni Djurholm, taka ikki undir við samgonguni, um prosjektið ikki verður broytt munandi.
----------
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...