Vit hava lógir, reglugerðir og mannagongdir fyri alt millum himmal og jørð. Ein tann kendasta lógin, sum skal tryggja, at øll eru líka fyri lógini, eru mannarættindini hjá ST. Allir føroyingar vita, at hendan lógin verður ikki vird, sjálvt um løgtingið hevur samtykt lógina.
Í drúgvum ummæli av bókini, sum nevnist ”Søgan um vaktarskipið Nólsoyar Páll”, sum fyrrverandi leiðarin á Vaktar- og Bjargingartænastuni, Jóan Karl Høgnesen, hevur skrivað, staðfestir hann fleiri ferðir gjøgnum bókina, at øll eru ikki líka fyri lógini.
Hann skrivar um teir vandamiklu kongarnar, sum fáa fólk at renna ørindir, har teir brúka landskassan, sum børnini brúka sandkassan. Hendan bókin er sera týdningarmikil, ikki minst fyri tær bøkur, sum vit vita, fara at koma aftaná.
Føroyska samfelagið er á øllum økjum úti at sigla. Her virkar góðkendur kriminalitetur, stuldur, framdur av teimum røttu verður góðkendur, og dómur er nú fyri, at ikki er loyvt at upplýsa um tveir lærarar brúka almenna skúlan til seksuellan aktivitet.
Hetta er syrgiligt, og sjálvandi mugu vit ikki gloyma børnini, sum dag og dagliga verða misbrúkt seksuelt uttan at løgreglan, barnaverndir, rætturin ella ríkisumboðið, vilja gera nakað við gallskapin.
Men fleiri dømir eru eisini um ymiskt annað. Beint áðrenn blaðið fór til prentingar, komu tíðindir um, at LV forðar bygging av missiónshúsið við Gøtugjógv, hóast bygningurin hevur staðið har í langa tíð, og vil heimamissiónin endurbyggja húsið - men hetta forðar Landsverk fyri, samstundis sum LV heldur hondina yvir øðrum yvasomum ognum við landsveg.
Síðani upplýsir lesari t.d., at Landsverk veit, at Norðuri í Sundum matr. 30 norðanfyri Kjalnestanga er bygt uppí eitt gamalt fjós.
Men hvørki stjórin ella næsti maður, gera nakað sum helst við hesa ólógligu bygging. Hví gera teir einki við hetta, spyr lesarin, og svarar sjálvur, at eigarin er formaður hjá LV.
Og so kemur eitt dømi aftrat: Okkurt umleið 500 metur norðanfyri Kjalnestanga verður eitt fjós útbygt á matr.nr.30 í Kollafirði: - Dugi so illa at ímyndað mær, at eitt reelt byggiloyvið fyriliggir, tí at hatta fjósið liggur bert umleið 11 metur innfrá landsvegnum (vegøksl). Á klæðnabúnanum sást at hasir menn starvast hjá Landsverk, sum byggja hatta fjósið.
Spurt verður um tað ber til at fáa sersømdir, um fólk eru í starvi í starvið hjá Landsverk???
Øll onnur, sum skulla byggja framvið landsveg skulla hava loyvir frá øllum mynduleikum, og kunna undir ongum umstøðum verða nærri enn 25 metur ella meira frá landsvegnum.
Maskinmeistarafelagið, skrivar: Týskvøldið í hesari vikuni boðaði Johan Dahl, landsstýrismaðurin í Vinnumálum frá, at hann hevði sett stjóran í Sjóvinnustýrinum til at vera fyribilsstjóra á Strandferðsluni.
Samanumtikið skal stovnurin tryggja og hava eftirliti við, at trygdin er í lagi samsvarandi galdandi reglum.
Eftir okkara tykki hevur Vinnumálaráðið við avgerðini um at seta stjóran í Sjóvnnustýrinum til fyribilsstjóra á Strandfaraskipum Landsins tikið eina avgerð, sum framyvir minkar munandi um álitið á Sjóvinnustýrinum við atliti til krøv og eftirlit við Strandfaraskipum Landsins.
Her flýtir alt, og tað er greitt, at moralur er góður, men dupultmoralur er betri í Føroyum, og her lekur sum soldin millum teori og praksis.
Gleðilig jól og gott nýggjar øll somul.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...