Oddagrein: Kongabommuni hesaferð

Í blaðnum í daga hava vit nakað av hvørjum, og sum ikki einaferð, viðgera vit aftur Pidda-gøluna, sum er prógv um, at vit búgva í einum sjúkum samfelag, ið hongur saman av kriminaliteti, har morð ikki verða tikin í álvara, og at tað er líka mikið hvør verður dømdur, tí er tað neyðugt áhaldandi at viðgera hetta mál, serliga tá onnur líka ivasom morð eru framd, og at slíkt kunnu vit ikki bjóða samfelagnum, sum er latið upp til skutils.



Av øðrum kann nevnast, at Als hevur fingið ein akademiskan yvirbygning, som kostar tað hvíta út av eygunum. Tey skulu nú spara 14 milliónir. Tað er orsøkin til, at Als hevur stytt praktikktíðina úr 6 mánaðum niður í 2 mánaðir. Hvar eru tey kritisku einglabørnini, sum lata seg tosa upp í lag av leiðsluni

Als hevur eina aðra dagskrá enn hana, skipanin var sett í verðina fyri.



Hesa vikuna hava tey í Kringvapinum viðgjørt málið um Strandferðsluna, og onnur slík mál í Radaranum um kritisk viðurskiftir á almennum arbeiðsplássum.



Tey leita eftir loysn fyri almennum starvsfólkum, at leka upplýsingar uttan at verða revsaði ella forfylgd.

Eitt upplagt boð er, at avdúka umsitingar- og møgulig lógarbrot undir fullum navni í Oyggjatíðindum, sum hevur fingið fleiri dómar fyri at endurgeva navngivnar persónar í kritiskum málum.


Tá hesir persónar eru gingnir fullkomiliga fríir, er hetta einasta boð um at slíkt gott kann lata seg gera revsifrítt fyri øll uttan blaðstjóran.



Hetta er bara eitt uppskot til Einglapressuna, sjálvt um § 77 í grundlógini sigur, at Danmark (Føroyar), ongantíð aftur má fremja sensur:



Tað er eisini revsifrítt at bróta grundlógina, segði ein advokatur, og hann sýntist vita hvat hann tosaði um, tá hann verður mettur at vera serfrøðingur hjá Kringvarpinum.



Síðani hava vit fingið eina veljarakanning, men áðrenn fólk tveita armarnar upp til Várharra, ella stinga lógvan niður til hin grábeinta, skal viðmerkjast, at hesi, sum gera hesar kanningar, hava í fleiri fylgjandi kanningum ringt til tey somu fólkini, so úrsliti er ikki eftirfarandi.



Haraftrat eru slíkar kanningar ikki eftirfarandi í aðrar mátar, sambært Zakariasi Wang, sum sigur á baksíðuni, at vansin við hesum kanningum er bara tann, at ongar veljarakanningar passa.



So mikið av kongabommum hesa vikuna...

---------



Tað ber til at halda blaðið fyri kr. 150,00 um kvartali við fráboðan til oyggjat@livant.fo