Vit hava ein doktara í løgfrøði, Kára á Rógvu, sum við hvørt kemur við løgnum útsóknum.
Hann var tó fullkomiliga á bylgjulongd við flestu føroyingar, tá hann segði, at kanningarstjórin, sum løgtingsformaðurin, hevði valt til tunnilsgøluna, ikki var habilur nokk, og tí átti at valt seg sjálvan frá.
Men hesin doktarin í lóg heldur, at ómetaligir fyrimunir eru, um kanningarstjórin stroymar sítt arbeiði á netinum.
Áhugaverdur tanki, at vita hvussu ein inhabilur kanningarstjóri ber seg at við hesi stroymingini, men tankin er kortini forvitnisligur:
- Kanningin, sum løgtingsformaðurin nú hevur sett í verk av handfaringini av tunnilsmálinum, eigur at stroymast um internetið, so vit kunnu læra sum mest av henni, sigur Kári á Rógvi, ið heldur, at ómetaligir fyrimunir eru av hesi stroymingini.
Vóru umstøðurnar tær røttu, og ongin fingur kundi setast til habilitetin, so vildi slík stroyming verið kærkomin og lærurík, men vit ivast í hvat kemur burturúr, tá hesin inhabili persónurin skal gera niðurstøðuna.
Nú vit eru við Kára á Rógvu, hevði hann fyrilestur í Kringvarpinum um rættarskipanina. Hann nevndi teir tríggjar landsrættardómarnar, men kortini nevndi hann onki um, at hesir dómarar hava eina kalkuleraða fintu í, at vera samdir um ein dóm fyri at forða einum máli viðgerð av hægri rætti.
Hetta verður oftani brúkt tá parturin mótmælir inhabiliteti, og harvið fær skipanina í móti sær, sjálvt um tað ikki má vera minsti ivi um habilitetin.
Doktarin í lóg kundi eisini saktans havt eina meining um, at sorenskrivari, ikki heldur tað er so neyðugt at dagføra rættargangslógina, sjálvt um hetta, sambært verjuadvokati, týðuliga setir føroyingar verri fyri enn t.d. danir.
Hann kundi eisini spurt seg sjálvan hvussu tað ber til at døma journalist fyri at endurgeva navngivna keldu.
Og so kundi doktarin eisini spurt seg sjálvan, hví føroyingar ikki sleppa í gjøgnum til dómstólin í Strasbourg, og hví føroyingar skulu í donsku sósina, og har drukna í danska meldrinum. Okkara boð er, at orsøkin er at krógva klagurnar úr Føroyum, og úr Grønlandi, sum hóast alt telja upp í leypar, men sleppa ikki framat fyri donskum veturætti.
Ein doktari við hugflogi átti at fingið klumparnar úr donsku sósini.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...