Tað er heilt týðuligt, at Marin Katrina Frýdal, ongantíð hevur brýggja seg um breiðu samgonguna, sum hon hevur verið partur av.
Orsøkina finna vit í býtinum av álitissessum, og her mugu vit siga, at borgarstjórin hevur verið snildur, tí hann lat vera við at siga hvør skuldi hava hvat, og lat í staðin flokkarnar sjálvar avgera hvussu býtið av sessunum skuldi vera, tá hann tveittu kjøt-lunsarnar út.
Tað er onki at ivast í, at Jógvan Arge, við sínum 445 persónligu atkvøðunum, og harvið 30 persónligar atkvøðum frammanfyri Katrinu Frýdal, var fyrstur at fylla sær búkin, og hevur stórt sæð verið nøgdur, og hevur tí eisini valt at tiga saman við Jákupi Dam, ið fekk 307 persónligar atkvøður.
Í meðan hevur Marin Katrina Frýdal, leika í, og sjálvt um fólk kunnu fáa fatan av, at trupulleikin liggur í samstarvinum millum borgarstjóran og Frýdal, so er sannleikin helst meira, innanflokka, tí onkur hevur fingið meira enn onkur annar.
Vit leggja merki til, at Marin Katrina Frýdal, er ovfarin, tá hon sigur, at hon væntaði at fáa ein lúsing, men ikki at verða tveitt út úr samstarvinum.
Men hetta var so tað, sum skuldi til fyri at dragsa hinar báðar út, har annar hevur verið noyddur at lagt átilig bein eftir, sum so onkur annar nú skal hava, tá kabalin skal leggjast av nýggjum.
Marin Katrina Frýdal, siktaði eftir høvdinum á borgarstjóranum, men rakti sínar egnu.
Hon kláraði sostatt ikki at gera Wilhelm Tell, kynsturin eftir. Hatta var eitt sjálvmál av teimum sjáldsomu, tí súreplið hevur vaksið seg størri og størri í urtapottinum hjá Tjóðveldi líka síðani samgongan varð skipað. Kortini rakti hon ikki.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...