Oddagrein: Kaktusin í Kringvarpinum

Einglapressan hevur gjørt seg kenda fyri at halda seg vera eina so ómetaliga klóka familju, og tey halda tí eisini í Kringvarpinum, at tey har kunnu stýra uttanum fyrisitingarlógina, tá umræður at seta sínu egnu í starv.



Í blaðnum í dag nema vit við eina áhugaverda og sera prinsipiella klagu, sum er send Mentamálaráðnum.



Klagan snýr seg um, hvørt rætt var atborið, tá tíðindaleiðarin varð settur í starv.



Vit vita, at starvslýsingin ikki setti serlig krøv til útbúgving. Kortini valdi setanarbólkurin, sum øll vóru úr Kringvarpinum, at sortera tey frá, sum ikki arbeiddu á stovninum, og lótu so tveir umsøkjarar standa eftir, at velja ímillum.



Báðir hesir umsøkjarar arbeiddu tá eisini í Kringvarpinum.



Liljan Weihe, fekk starvið, men hvussu habil var hendan starvssetan, tá starvsfelagarnir, Johan Mortensen, Óluva Zachariasen, Kári Sólstein og stjórin Dia Midjord, sum øll dagliga starvast saman við umsøkjaranum, avgjørdu, at tíðindaleiðarin var tann rætta at halda fram í starvinum?



Hetta er neyvan eftir bókini, taka vit fyrisitingarlógina, sum mátistokk.



Tað er í veruleikanum setanarbólkurin, sum verður trupulleikin, tí tey kenna øll hvønn annan.



Tað er tó brot á fyrisitingarlógina, at útilokað allar hinar umsøkjararnar, tá avgjørd treyt ikki var kravd sambært lýsingini eftir tíðindaleiðara.



Hesa ábyrgdina hevði stjórin, Dia Midjord, sum vildi havt tað munandi lættari við hasi starvssetanini, um hann einsamallur skuldi seta tíðindaleiðaran, tá vildi hann sloppið undan habilitetstrupulleikunum, men vildi kortini verið bundin av meta um aðrar umsøkjarar, enn tey útvaldu, sum setanarbólkurin pilkaði frá.



Tað er tí eingin ivi um, at kemur hetta mál til skarpskeringar, so má starvið eftir tíðindaleiðara ganga umaftur, og hesaferð má gangast eftir fyrisitingarlógini.



Men hendir hetta, so má Kringvarpsstjórin siga tíðindaleiðaran úr starvi, og um neyðugt, gera eina fráfaringaravtalu, og tí ridlar stólurin undir Liljan Weihe, tíðindaleiðara.



Hetta var kaktusin í Kringvarpinum hesa vikuna.

-------

Til ber at tekna kvartalshald fyri kr. 150,00 og fáa blaðið sendandi til tygara teldupostadressu við at senda umbøn um hetta til: oyggjat@olivant.fo