Oddagrein: Inhabilitetur á breddan

Tað vakti mikla øsing á vinstravonginum, tá nevndarlimurin í Atlantsflogi, rættaði landsstýrismannin, Johan Dahl. Eisini av røttum.


Kaj Johannesen, nevndarlimur, avdúkaði: “- Tað var landsstýrismaðurin sjálvur, sum upprunaliga vildi hava Bergur Poulsen til nevndarformann, sigur Kaj Johannesen, sum stóð fyri innstillingini í nevndini hjá Atlantsflogi.”


Johan Dahl, hevur verið úti og sagt, at tað ikki bar til, at Bergur Poulsen kom í nevndina hjá Atlantsflogi, tí hann kendi ov væl táverandi stjóran í flogfelagnum, Magna Arge.


Hetta fekk m.o. Tórbjørn Jacobsen, á Glyvrum, systkinabarnið til Magna Arge, at ressast á Facebook, og tað skal hann eisini, sum potentiellur kandidatur á løgtingsvalinum komandi, og sum familja.


Hann skrivaði m.a.:


“...Ikki lukkuligt, sum mr. Dahl er vorðin fíntfølandi, nú ber ikki til at verða valdur í almenna nevnd um tú kennir onkran, sum tú ikki burdi kent, sambært landsstýrismanninum. Næsta kravið verður helst, at man skal hava sitið í hitapotti saman við ministaranum.


Nevndarlimurin hjá Mortani hevur heldur onga orsøk til at slaka uppá integritetin, teir standa uppi av sær sjálvum, og hava onga grund til at tøssa uppi í politiska/handilsliga spunanetinum hjá Jóhan Dahl & Co. Bara tí fingu vit - almenningurin - hendan sannleikan og samstundis um hesa ministeriellu lygnina at vita....”


Okkara viðmerking er, at Johan Dahl, landsstýrismaður, kundi hildið seg frá at logið um hendingina. Hann kundi saktans vart seg við, at hann ikki hevði verið nóg umhugsin, tá hann nevndi Bergur Poulsen, sum potentiellan nevndarlim í felagnum:


Tað er alment kent, at Bergur Poulsen, og Magni Arge, eru slyng-plantaðir í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Bergur Poulsen eigur at vera glaður fyri, at Johan ikki setti hann í nevndina hjá Atlantsflogi í hasari støðuni.


Hann vildi ongantíð aftur funnið síni egnu bein undir búkinum um hann kom í eina støðu, at velja millum sín egna integritet og ein vinmann í arbeiðsgevarafelagnum.


Tað er gott at fáa inhabilitet á breddan. Nú eru føroyingar við at skilja týdningin av slíkum svansi. Men hjá summum tekur tað tíð at skilja.


----


Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.


Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……


oyggjat@olivant.fo


------


PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...