Oddagrein: Í øllum gramsinum



Seinastu vikuna er ikki so lítið hent. Úr gramsinum kunnu vit nevna, at SvF bjóðaði teimum báðum, Øssi Winthereig, og Bjørn á Heygum, at skifta orð um kanningina av tunnilsmálinum.



Kanska ikki uttan týdning, men eitt sindur býtt virkaði tað, at hesir sóknaðust eftir sannleikanum, og hildu, at borgarar landsins máttu trúgva tí, sum kom fram í slíkari kanning.



Tað er løgið, at hesir báðir eru so trúgvir um eina løgfrøðisliga kanning fyri at finna sannleikan, tá báðir tveir hava ta áskoðan, at ikki er neyðugt, at kanna tollmálið hjá Jørgen Niclasen, sum teir døma niður og norður.



Og so kom niðurstøðan, sum øll bíðaðu eftir. Løgtingsformaðurin fer ikki at biðja Advokatráðið gera metingar av, um Vitalis skal hava pengar fyri arbeiði hann hevur gjørt, hóast fleiri meta hann vera grovt inhabilan.



Tað er onki at ivast í, at Annfinn Vitalis Hansen, advokatur, neyvan heldur hevði sent rokningina, um hann frammanundan ikki visti, hvørja støðu løgtingsformaðurin hevði, sjálvt um hann enn heldur kortini inn til kroppin.



Vit vita, at restin av formansskapinum ikki hevur somu áskoðan, sum løgtingsformaðurin.



Dimmallætting kemur útaftur, váttar Poul Hansen, advokatur, sum sigur, at hann hevur avgjørt at lata pening í útgávuna, aftaná at hava góðtikið eitt konsept, sum fýra fyrrverandi dimmulingar hava lagt fyri hann.



Í stuttum skal journalistiska linjan hjá Dimmu halda fram. Pengaadvokaturin sigur, at meira enn eitt blað kemur út.



Í vikuni hava vit hoyrt fyrilestur um Læknastríðið, sum Sólvará, hevur havt í Klaksvík. Tað nýggja her eru nakrar bandupptøkur, og so ein samandráttur, sum gav Halvorsen ábyrgdina fyri, at hetta stríð vardi so leingi.



Hesin granskarin vardi sína niðurstøðu við, at hetta stóð at lesa í einari danskari politifrágreiðing, sum var orðað og skriva í Danmark.



Hann fór sostatt í part við sokallaðu Fimmarunum, og ivasamt er hvat hann vildi við hesum fyrilestrinum, tí sambært gomlu bondunum hoyrdu vit tríggjar talarar, hvør skilabetri enn annar, men vit hoyra eisini sokallaðan orðstýrara, sum skuldsetir og navngevur tann eina talaran at vera fullan. Her skuldi ein familja hunddálkast.


Hetta grams átti sjálvandi at verið tveitt yvir borð.



-----------



Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.



Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……



oyggjat@olivant.fo