Í 2004, dumpaði távirkandi stjórin á Vinnuháskúlanum, Heðin Abrahamsen, ein næming. Hetta steðgaði lívsleiðina hjá næminginum.
Síðani hava stjórarnir, á Vinnuháskúlanum til dagin í dag, noktað at tikið málið uppaftur, og tað hevur ligið væl fyri, tí teir hava havt ein fulltrúa í MMR, til stuðul, og hann hevur í hvussu so er ikki lýst málið nøktandi, og tað hevur verið ein fadesa.
Orsøkin til gøluna var, at næmingurin ikki stóð royndina í matematikk. Næmingurin fær ikki innlit í sítt egna mál fyrr enn seint í 2007.
Tað, sum síðani er komið fram er, at matematikkroyndin 2004, var uttanfyri pensum, og at bók varð nýtt, sum ikki var á bókalistanum.
“Okkara” næmingur fær bara onga grundgeving at vita frá skúlanum fyri, hví hann dumpar, og hóast mannagongdir eru, at næmingar kunnu fara uppaftur, so fær hesin, sum tann einasti næmingurin, ongantíð boðini, og sjálvur heldur hann orsøkina vera, at hann hevur noktað, at tikið klaguna aftur, hóast hann grovliga var hóttur av Vinnuhásúlanum, at gera tað.
Tað prinsipielle er, at tað sama hendir árið eftir, men tá klaga tveir næmingar, og komu ígjøgnum, og skuldu ikki uppaftur til nýggja roynd, tí fyrra royndin var tikin uttanfyri pensum.
- Undirritaði vil fyrst av øllum hava vita frá leiðslu Vinnuháskúlans, hví eg eri dumpaður í ókendari próvtøku á summri 2004. áðrenn eg farið til nakra umaftur próvtøku, sigur næmingurin avgjørdur.
Vit hava sent okkara tilfar til landsstýrismannin í mentamálum, Bjørn Kalsø, ið hevur sýnt vilja at hjálpa næminginum, men hann skuldi hava stundir at kanna umstøðurnar nærri, men hann kann fáa málið á beint.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...