So eydnaðist tað umsýður at fáa samband við kroatan, sum líka síðani dómin uppá 14 ára fongsul, hevur verið avbyrgdur frá so at siga øllum, uttan teimum nærmastu - systrini og svágrinum.
Tað sigur seg sjálvt, at tá tað verður ansa so væl eftir einum manni, sum longu er dømdur, so er tað fyri at krógva sannleikan.
Vit hava frætt um, at maðurin hevur verið droggaður, meðan hann hevur sitið í Mjørkadali.
At løgreglan, verjin, og dómsvaldið hava sett alt inn uppá, at forða fyri, at Milan skal geva fólki uttanfyri upplýsingar, sum kunnu prógva svikið, er so mikið grovt, at vit kunnu undrast yvir, at Einglarnir ikki missa flogið.
Tá ein dómari forðar beiggjanum at fáa dómin útflýggjaðan vegna familjuna, so boðar hetta ikki frá góðum. Heldur ikki sær tað gott út, at verjin hjá Kroatanum var í Mjørkadali mánadagin, og tók øll skjølini, sum kroatin annars átti, so hesin ikki fekk nakað skjal við sær til Danmarkar týsmorgunin.
Kroatin hevði fingið avrit av Oyggjatíðindum, og eisini hetta tilfar varð tikið frá kroatanum. Oyggjatíðindi hevur skilt, at Annfinn V. Hansen, verður meldaður fyri stuldur, men tað fara vit helst at hoyra meira um.
Løgreglan, dómsvaldið og onnur áhugaði, hava longu fingið at vita við brævi, at kanningar verða gjørdar av umstøðunum, at endamáli er at melda ávísar persónar fyri - í móti betri vitan, at fáa Milan dømdan fyri at hava dripið Pidda.
Tað, sum nú hevur týdning er, at kroatin er skriktur úr klørnum á heimastýrismafiuni, og meira ella minni endar úti á altjóða pallinum.
Hetta er gott fyri fólkaræði. Í fleiri ártíggir hevur heimastýrismafian í rættsligum samanhangi forfylgt fólki, og er sloppin væl frá hesum, og fingið stuðul frá donsku skipanini.
Tí er tað so umráðandi, at rópa heimin upp, og ikki minst kroatia, tí her verður ein av teirra borgarum forfylgdur og karakter- og justitsmyrdur.
Í Føroyum hava vit ikki fólkaræði. Hetta er Cop-land, ein politistatur í ríkiseindini, har borgarar landsins eru deildir upp í bólkar, har dómar kunnu bestillast, og har fólk kunnu dømast í móti betri vitan, og eisini fyri morð, og uttan at pressan torir at tala at.
Her ber alt til.
----
Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.
Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……
------
PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi.
Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við ...