Oddagrein: Hanga á flugupappírinum
Hvat er tað fyri nærlagni, sum verður víst, tá Kringvarpið ger sendingar um makrelin, men ikki loyvir fiskimálaráðharranum at luttaka uttan so, at journalistarnir kunnu pilka við og “redigera” í tí, ráðharrin sigur?!
Onki harmaljóð at hoyra um, at Kringvarpið stórt sæð koyrir eitt konsept í gjøgnum, sum passar væl til tann andstøðupolitikk, sum annars verður rikin.
Tað gongur út uppá, at taka frá privatkapitalistiskum fámannaveldi, til eitt flokspolitiskt fámannaveldi, so tey kunnu deilda út til vinir, og halda seg til maktina við pengum, sum fjøldin ikki fær ágóðan av. Tey hava t.d. ongan áhuga í, at taka pengar inn í grunn til betri tíðir.
Og ongin hugsar um, at makrelurin er bæði komandi og farandi, og tí er sera vandamikið, at økja um landskassaútreiðslurnar, tá makrelurin ikki er eitt varandi tilfeingi, men kann vera burtur nær tað skal vera.
Rás 2 er ein privatrikin støð, og øll vita at har kann alt henda. Ongin kann styrkja Kringvarpið, sum eigur at verða avtikið. Tað sigur alt, at løgmaður ikki heldur hevur álit á hesum almenna stovni, og tí ikki vil luttaka í týðandi sending.
Av somu orsøk er tað ikki minni enn ein skandala, at hesi sleppa at avgera hvat er góður journalistikkur, og hvat ikki er borðbært.
Nú má tað vera gingið upp fyri fólk, at tey í Kringvarpinum kanska ikki eru so væl fyri høvdið. Í seinastu viku var grein í Oyggjatíðindum um, at bløðini blivu talgild í næstum, men ikki fyrr enn í vikuni kundi Kringvarpið nevna hetta, tí nú var tað Sosialurin, ið bar tíðindini, og hesi hava atgongd inni undir ostaklokkuni hjá Einglunum.
Ein tænasta er eina aðra verd. Sosialurin slapp at síggja sendingina um makrelin áðrenn hon varð send alment, afturfyri at endurgeva úr sendingini, har annars onki nýtt var at síggja ella hoyra. Alt við tað gamla - heilt eftir bókini hjá Amdi í Tjóðveldi og gamla áttatiára dreyminum hjá sossunum. Ekkó úr Ostaklokkuni.
Tá rot er komið í Kringvarpið er ikki annað at gera enn at nýta KIL-IT, og so royna av nýggjum, ella eisini heilt at avtaka stovnin. Soleiðis, sum støðan er, so nýtir samgongan Rás 2, og andstøðan eigur almenna Kringvarpið, tí Kringvarpið ikki megnar at gera óheftar sendingar, og tá er betri við ongum.
Hetta er syrgiliga støðan, og so hava báðir partar sínar klapparar, tó at onki er at gera við privatkapitalistiska fámannaveldi, sum er harri/frúa, yvir sínum egna lívi og deyða. Eitt sindur annarleiðis við kuvøsubarninum í Sortudýki, sum dregur øll aftaná sær - eisini tey, sum ikki tíma ella troysta sær, eru sjúk, hálvbard av elli, ússalig, gomul, nervaveik, kanska púrasta líkaglað, ella bara so sjelaglað í onkrum øðrum, men hanga á flugupappírinum hjá Kringvarpinum, sum ikki vil sleppa nøkrum at velja sjálvi.