Oddagrein: Halt-kjaft bommuni hjá javnaðarflokkinum

Í dag viðgera vit m.a. politisku gøluna, har sjey lokalfeløg mæla til, at Javnaðarflokkurin á fundi leygardagin, koyrir Gerhard Lognberg úr flokkinum.


Gerhard ivast ikki í, at ágangurin í móti honum, verður stýrdur úr Havn, og at lokalfeløgini ikki hava innkallað til fund, at viðgera støðuna.


Lokalfelagið í Sandoynni, hevur svarað aftur við at siga, at verður álvari gjørdur av, vil felagið upploysa seg sjálvt, og aðrar røddir eru eisini frammi um, at Javnaðarflokkurin er við at fremja sjálvmorð. Ein av hesum er Sverri Midjord, av Tvøroyri.


Hann rør uppundir vandan við, at flokkurin missir fleiri hundrað atkvøður við Gerhardi, men í staðin fyri at vera neutralur við støðuni, velur formaðurin Aksel Johannesen, á verandi støði, at verja kravið frá limafeløgunum, sum so ger tað lættari hjá skopuninginum at sannføra fólk um, at formaðurin stendur aftanfyri kravið um at koyra hann út.


Í skriv frá feløgunum verður sagt, at Gerhard skal hava kallað fyrrverandi formannin, Jóannes Eidesgaard, fyri landasvíkjara. Hetta er beinleiðis ósatt, og so sera ærumeiðandi eisini – sjálvt fyri ein politikara, og tað átti formaðurin í Javnaðarflokkinum at vita, sum advokatur.


 Her á blaðnum hava vit bara eina meining um tað taktiska, ella ótaktiska í at tveita Gerhard úr flokkinum, sum, saman við Kristin Michelsen, og Henrik Old, varð nevndur ein av vargunum á løgtingsvalinum seinast.


Kristin Michelsen, hevur, orsaka av støðuni við Gerhard, róð uppundir, at hansara støða kanska eisini eigur at viðgerast í flokkinum um álvari verður gjørt av, at tveita skopuningin út.


Tað verður ikki sagt beinleiðis, men vit hava illgruna um, at Gerhard verður tveittur á dyr fyri síni etisku sjónarmið, men at feløgini ikki tora at grundgeva tann vegin, men halda seg til tey nevndu dømini um at Gerhard svíkur felagsskapin.


Í øllum flokkum eru mál, har tingmenn ikki halda seg kunna standa saman við flokkinum. Talan er oftast um etisk mál, men eisini kann ósemja standast av øðrum viðurskiftum, sum kanska eru av lokalum slagi, sum nú hjá Gerhard Lognberg, men í øðrum flokkum er ein slík uppgerð ikki at hóma, og verður tað neyvan heldur.


Okkara boð um støðuna í javnaðarflokkinum er, at flokkurin fer at missa ótrúliga nógv, at tað er ótaktiskt at tveita Gerhard út, og at flokkurin – ger hann álvara av, eisini má borðreiða við halt-kjaft bommum fyri Kristin Michelsen, og Henrik Old.


---


Annars viðgera vit málið við manninum, sum í tríggjar dagar hevur verið viðgjørdur í rættinum in absentia, har vit m.a. skriva: Tað hjálpir neyvan at senda eitt meld til ríkisadvokatin, orsaka av inhabiliteti, samstundis, sum fútin letur eyguni aftur fyri, at kanningararbeiði m.a. verður gjørt av persóni, sum er meldaður av manninum, hann kannar.


----------


Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.


Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……


oyggjat@olivant.fo


 ------


PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...