Oddagrein: Ein smakk úr rómastampinum
Dupultmoralur, sum vil nakað: Løgtingið hevur tikið undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum, at “Hækka viðbót til fólkapensjón”, sum Kringvarpið staðfesti, fór at geva landi og kommunum meira í skatti - og harvið minni til pensionistin. V.ø.o. eitt skattatekniskt uppskot, sum skuldi fáa pensionistin at føla seg tryggan, men bløða spakuliga út í sandin, tí landskassin skuldi hava meira til løgtings- og landsstýrismanna lønir, og pensjónir. Sær ikki gott út í valstríðnum hjá andstøðu og samgongu.
Kringvarpið klárar ikki at reflektera yvir støðuna um, at viðbótin er skattaskyldug, og tí var tað ikki fyri pensionistin, men fyri at fylla landskassan, at pensionistarnir fingu hasa viðbótina.
Men Einglapressan veit hvat hon skal, og mest av øllum: Hvat hon ikki skal blanda seg uppí.
So brendi almennu Føroyar aftur fingrarnar: Almennur tænastumaður fekk ávaring frá Mentamálaráðnum fyri retoriskt skemt, sum viðmerking til samrøðu, Liljan Weihe, hevði við Karsten Hansen, landsstýrismann.
Lat okkum tí minna á, at Kringvarpið, trýsti Anniku Olsen, at viðurkenna, at heilsustarvsfólk, sjálvandi høvdu rætt til at hava eina aðra meining enn hana, stjórin í Almannamálaráðnum, hevði, og tí var tað ikki rætt, at starvsfólk fekk munnkurv.
Er ikki tíðin komin til, at sokallaða fjølmiðla-nevndin, eisini gevur til kennar, at fjølmiðlafólk generelt geva pláss fyri, at landsstýrisfólk og onnur í heita stólinum, fáa stundir at svara, uttan alla tíðina at verða avbrotin, bara tí journalisturin ikki fær ta svar, sum hon/hann, frammanundan vidi skuldi koma burturúr samrøðuni.
Skulu journalistar ikki í minsta lagi eisini hava eina ávaring fyri slíkan ágang.
Skemt ella álvari. Veldst um hugflog, hug, kanska hungur, og evnir at reflektera yvir eina støðu, men tá Einglapressan ger so nógv burtur úr einum bussi við stuttligum navni, og onkur býleggur at koma við á rutuni, og skal klagast til MMR, og at hetta nú er blivið til forsíðutilfar í Sossinum, so kom hetta knappliga at minna um sjómannin, sum ávegis umborð at mynstra, rópti á bryggjuni:
“Eg skal fanin gali meg ikki vera rukka”, men fleiri høvdu hoyrt, og tá ið hann trýnur umborð, rópar ein av manningini: “Nú kunnu vit loysa, rukkan er komin”...
Og so gráta tey í Miðlahúsinum: Privatu miðlarnir fingu kortini ikki tær 2 milliónirnar í stuðli.
Ikki fleiri smakkiroyndir úr rómastampinum hesaferð.